Sjúkrahús
Starvsfólk og sjúklingar á sjúkrahúsunum í Føroyum.
Orðalýsingar:
- Ársverk eru øll størv roknað um til fulltíðarstørv. Til dømis telja tvey starvsfólk, ið arbeiða hálva tíð, sum eitt ársverk.
- Nýtsluprosent í miðal verður roknað sum (seingjardagar * 100 ) / (seingjarpláss * 365)
Viðmerkingar:
- Í sjúkrahúsverkinum eru Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús.
- Somatiskar sjúkrahúsdeildir eru deildir fyri likamliga sjúk (heiliráðdeildir og skurðdeildir) og umfata tøl frá øllum trimum sjúkrahúsunum. Frískir nýføðingar og avvarðandi eru ikki tald uppí. Á Landssjúkrahúsinum er eisini ein psykiatriskur depil.
- Í tølunum fyri skaðastovuviðgerðir á Landssjúkrahúsinum og á Suðuroyar sjúkrahúsi (frá 2001) eru eisini nakrar ambulantar eftirviðgerðir.
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betur
-
Talva í grunninum
Viðm.:
Sí hugtøk