Almennar útreiðslur

Almennar útreiðslur eru allar úreiðslurnar, sum geirin almenn fyrisiting og tænasta hevur í einum ári. Útreiðslurnar eru skiftar á virkisøki (funktión) sambært altjóða flokkingini COFOG (Classification of the Functions of Government). Endamálið við flokkingini av almennu útreiðslunum er at lýsa, hvussu ymisku virkisøkini eru raðfest.

Almennar inntøkur eru í høvusheitum skattainntøkur og almennu útreiðslurnar lýsa sostatt, hvussu skattainntøkurnar vera brúktar til ymisk sosiobúskaparlig endamál.

Almennu útreiðslurnar verða skiftar á virkisøki eftir altjóða leisti, og hagtølini eru tí sambærlig við onnur lond. Almennu útreiðslurnar eru eisini skiftar á undirgeirar. Virkisøkið er í tveimum stigum, 10 høvuðsbólkar og 69 undirbólkar.

Orðalýsingar:

  • Almenn fyrisiting og tænasta er ein av fimm stovnsligum geirum í føroyska búskapinum og fevnir um myndugleikar og stovnar undir almennum ræði, ið framleiða vørur og tænastur til einstaklings- og felagsnýtslu uttan fyri ein marknað. Geirin, almenn fyrisiting og tænasta, er samansettur av 4 undirgeirum,
  • Stovnsligir geirar eru settir saman av eindum og flokkaðir eftir eins búskaparligari atferð treytað av framleiðsluslag, høvuðsvirksemi, høvuðsuppgávu og fígging. Høvuðsgeirarnir í innlendska búskaparøkinum eru umframt Almenn fyrisiting og tænasta, 
    • Ikki-fíggjarlig feløg
    • Fíggjarlig feløg
    • Húsarhald
    • Felagskapir
    • Umheimurin er geiri fyri seg.
  • Vísitøl lýsa prosentvísu broytingina frá ári til árs við einum støðisári, ið verður sett at vera 100. Munurin ímillum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
  • EA eru tey 19 londini, ið nýta evruna sum gjaldoyra (EA19, juni 2020)
  • ES eru tey 27 londini í Evropasamveldinum (ES27, juni 2020) 
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Sí orðalýsing