Fosturtøkur

Fosturtøkur eru framdar fosturtøkur, har kvinnan er skrásett at búgva í Føroyum.

Orðalýsingar:

  • Eindin "fyri hvørji 1.000" verður brúkt, soleiðis at hagtølini taka fyrivarni fyri munum í fólkatali, kynsbýti v.m. Á henda hátt ber til at samanbera tíðarskeið við ymiskum fólkatali v.m.
  • Fosturtøkutíttleiki í hvørjum aldri er tal av fosturtøkum fyri hvørji 1.000 konufólk í sama aldri. Aldurin er settur sum tann aldurin, kvinnan hevði við ársenda tað árið, fosturtøkan varð framd.
  • Samlaður fosturtøkutíttleiki er talið av fosturtøkum, sum 1.000 konufólk í barnførum aldri høvdu fingið, um:
    • tær fingu sama tal av fosturtøkum, sum fosturtøkutíttleikin er fyri aldursbólkin í uppgerðarárinum,
    • og eingin teirra doyði fyri 50 ára dagin.
  • Vísitøl lýsa prosentvísu broytingina frá ári til árs við einum støðisári, ið verður sett at vera 100. Munurin millum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Sí orðalýsingar
Viðm.: Sí orðalýsingar
Viðm.: Sí orðalýsingar