Útflutningur av vørum
Vørutflutningurin verður flokkaður eftir nýtslulandi, umframt flokking, ið er gjørd á Hagstovuni. Henda flokking er ikki eftir altjóða fyrimynd, men ein serlig flokking til føroyska útflutningin, sum flokkar vørurnar eftir, hvat fiskaslag og hvat slag av framleiðslu talan er um.
Umframt virðið á útflutninginum er útflutningurin eisini gjørdur upp í tonsum, við tað at talan mestsum altíð er um fiskavørur.
Orðalýsingar:
- Útflutningsvirðið er gjørt upp í FOB (Free On Board). Tað merkir, at útreiðslur í samband við flutning av vøruni ikki eru við í uppgjørda virðinum
- Vísitøl lýsa prosentvísu broytingina frá einum ári til annað við einum støðisári, ið verður sett til 100. Munurin millum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betur
-
Talva í grunninum