Brúkaraprístal

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni húsarhaldunum í Føroyum. Tað er eitt búskaparfrøðiligt vísital, sum verður nýtt til at máta broytingar í prísum á teimum vørum og tænastum, sum húsarhaldini rinda fyri.

Brúkaraprístalið endurspeglar sostatt vektaðar miðalprísir av einari ávísari nýtslusamanseting og lýsir, hvussu prísirnir broytast frá einum tíðarskeiði til eitt annað. Sostatt kann brúkaraprístalið nýtast sum mát fyri inflatión.

Fyri hvørja uppgerð av brúkaraprístalinum verða umleið 5.800 prísir á alskyns vørum og tænastum heintaðir frá útvið 250 fyritøkum. Prísirnir á vørum broytast ymiskt yvir tíð, og vektargrundarlagið er avgerðandi fyri, hvussu stóra ávirkan prísbroytingarnar í teimum ymsu vørubólkunum hava á brúkaraprístalið.

Vektargrundarlagið er gjørt við kanning av nýtslumynstrið hjá húsarhaldunum frá ymiskum skráum, serliga innflutnings- og mvg-skránni, og við spurningum til innflytarar og veitarar um býtið av sølu teirra til ávikavist smásølu/húsarhald og vinnu, stovnar og onnur. Serstøk spurnakanning er gjørd fyri býlisútreiðslur. Eisini eru upplýsingar um nýtslumynstrið hjá húsarhaldum í Íslandi og Danmark nýttar í ávísum førum.

Virðið á einum prístali verður eitt grundtíðarskeið sett til 100, og virðið á prístalinum onnur tíðarskeið vísir miðal prosentvísu prísbroytingina samanborna við grundtíðarskeiðið.

 

Orðalýsingar:

  • Vísitøl lýsa prosentvísu broytingina frá ári til árs við einum støðisári, ið verður sett at vera 100. Munurin ímillum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Sí orðalýsing