Nýskapan

Nýskapan (en: innovation) er tá fyritøkur bjóða nýggjar ella munandi betraðar vørur ella tænastur, taka nýggjar ella munandi betraðar arbeiðsgongdir í nýtslu, umframt fremja ella keypa gransking og menning. 

Sí eisini Gransking og menning

Hagtølini fevna um fyritøkur skrásettar í Føroyum við fleiri enn níggju starvsfólkum, sum allar móttaka spurnakanningina annaðhvørt ár.

Fyritøkur ið liggja í høvuðsvinnugrein A, I og N eru ikki egnaðar til altjóða samanberingar, og eru tí hesar vinnugreinanar eyðmerktar í grafinum og hagtalstalvunum.

Í hagtalsgrunninum hjá Eurostat eru altjóða hagtøl, har gongdin innan nýskapan hjá øðrum londum kann lesast.
 

Orðalýsingar:

  • Fyritøkur, sum nýskapa (en: innovation active enterprises) eru fyritøkur sum í tíðarskeiðinum hava bjóðað eina nýggja vøru ella tænastu, hava liðugtment ella slept nýskapanarvirksemi, hava ment nýggjar arbeiðsgongdir, eru í gongd við at menna nýggjar arbeiðsgongdir ella hava framt ella keypt gransking og menning.
     
  • Vørunýskapan (en: product innovation) sipar til nýggja ella betraða vøru ella tænastu. Hon skal vera munandi øðrvísi enn vørur ella tænastur, fyritøkan áður hava veitt. Vøran ella tænastan skal eisini vera komin á marknaðin.
     
  • Nýskapan av arbeiðsgongdum (en: business process innovation) eru nýggjar ella betraðar arbeiðsgongdir, mannagongdir og framleiðsluhættir í fyritøkuni. Tær skulu vera munandi øðrvísi enn tær arbeiðsgongdir, sum fyritøkan hevði frammanundan.
     
  • Høvuðsvinnugrein (NACE 2008) er hagtalsliga vinnugreinabólkingin í ES. Hendan talvan nýtur NACE Rev. 2. Sambært Oslo-handbókini eru vinnugreinarnar A, I og N ikki egnaðar til altjóða samanberingar.
     
  • Útreiðslur fevna um rakstrarútreiðslur, so sum lønarútreiðslur, og fastar útreiðslur til bygningar, maskinur, útgerð, ritbúnaður o.a.
     
  • Hagtalshópur er samlaða talið av fyritøkum, sum eru fevndar av kanningini.
     
  • Aðrar fyritøkur eru aðrar privatar fyritøkur
     
  • Aðrir stovnar eru t.d. Fróðskaparsetrið, almennir granskingarstovnar og aðrir almennir stovnar.
     
  • Almennur stuðul: fevnir um fyritøkur, sum hava fingið stuðul frá einhvørjum almennum stuðulsveitara. Stuðulin er síðani býttur í fleiri undirbólkar í mun til hvør stuðulsveitarin er. Almenni stuðulin kann verða brúktur til eitthvørt endamál ella serliga til gransking, menning og nýskapan.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betur
Viðm.: Árið 2022 er fyri tíðarskeiðið frá 2020 til 2022. Árið 2024 er fyri tíðarskeiðið frá 2022 til 2024.
Viðm.: Árið 2024 er fyri tíðarskeiðið frá 2022 til 2024.