Samlað inntøka

Samlað inntøka er inntøkan hjá tí einstaka, áðrenn skattur og onnur lógarkravd gjøld eru drigin frá.

Samlaða inntøkan er uppgjørd árliga hjá øllum 15 ár og eldri.

Orðalýsingar:

  • Inntøka er inntøka frá løn fyri arbeiði og yvirskot frá egnum virki, veitingar frá tí almenna, so sum pensjón, dagpeningur, rentustuðul og lestrarstudningur, umframt ognarinntøka, so sum rentuinntøkur, virðisbrævavinningur o.a. kapitalinntøkur..
  • Tøk inntøka er inntøkan hjá tí einstaka, eftir skatt og onnur lógarkravd gjøld.
  • Miðinntøka er tann mittasta inntøkan, t.e. tann inntøkan, sum býtir talið av øllum borgarunum í Føroyum í tveir eins stórar bólkar. Helvtin av borgarunum hevur størri inntøku og hin helvtin minni inntøku enn miðinntøkuna.
  • Miðal inntøka er roknað sum eitt vanligt miðal.
  • Inntøkan í einum persentilrúmi er miðal inntøkan hjá persónunum í persentilrúminum.

Sí eisini Tøk inntøka, Javnvirðisinntøka, Inntøkubýti og Fátækraváði

Viðmerkingar:

Tøk inntøka, samlað inntøka og skattur verða uppgjørd hvørt sær. Tað er tí ikki neyvt samsvar ímillum skatt og munin á samlaða og tøkari inntøku. Hetta kemur av tí, at hóast flestu persónar í einum ári eru í sama kvantilrúmi, so er hetta ikki altíð galdandi. Til dømis kemur fyri, at persónur við høgari samlaðari inntøku lítlan ella ongan skatt hevur, av tí hann í hesum árinum hevur óvanliga stóran framfluttan frádrátt.

Orsøkin til at inntøkutølini eru eitt gott ár afturút er, at skattaskráin hjá TAKS, sum er grundarlagið undir inntøkuuppgerðini, ikki er liðut uppgjørd fyrr enn gott og væl eitt ár eftir uppgerðarárið.

 

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri