Tøk inntøka

Tøk inntøka er inntøkan hjá tí einstaka eftir skatt og onnur lógarkravd gjøld.

Tøka inntøkan er uppgjørd árliga hjá øllum persónum 15 ár og eldri.

Orðalýsingar:

  • Inntøka er inntøka frá løn fyri arbeiði og yvirskot frá egnum virki, veitingar frá tí almenna, so sum pensjón, dagpeningur, rentustuðul og lestrarstudningur, umframt ognarinntøka, so sum rentuinntøkur, virðisbrævavinningur o.a. kapitalinntøkur.
  • Samlað inntøka er inntøkan hjá tí einstaka, áðrenn skattur og onnur lógarkravd gjøld eru drigin frá.
  • Miðinntøka er tann mittasta inntøkan, t.e. tann inntøkan, sum býtir talið av øllum persónunum í Føroyum í tveir eins stórar bólkar: Helvtin av persónunum hevur størri inntøku og hin helvtin minni inntøku enn miðinntøkuna.
  • Miðalinntøka er roknað sum eitt vanligt miðal.
  • Inntøkan í einum persentilrúmi er miðal inntøkan hjá persónunum í persentilrúminum.

Sí eisini Samlaða inntøka, Javnvirðisinntøka, Inntøkubýti og Fátækaváði.

Viðmerkingar:

Tøk inntøka, samlað inntøka og skattur verður uppgjørt hvørt sær. Tað er tí ikki neyvt samsvar ímillum skatt og munin á samlaða og tøkari inntøku. Hetta kemur av tí, at hóast flestu persónar í einum ári eru í sama kvantilrúmi, so er hetta ikki altíð galdandi. Til dømis kemur fyri, at persónur við høgari samlaðari inntøku lítlan ella ongan skatt hevur, av tí at hann í hesum árinum hevur óvanliga stóran framfluttan frádrátt.

Orsøkin til at uppgerðin av tøkari inntøku er eitt gott ár afturút er, at skattaskráin hjá TAKS, sum grundarlagið undir inntøkuuppgerðini, ikki er liðug uppgjørd fyrr enn gott og væl eitt ár eftir uppgerðarárið.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri