Inntøkubýti
Inntøkubýtið lýsir, hvussu inntøkurnar í Føroyum eru býttar millum persónar eftir kyni, aldri, húskisslagi og bústaðarøki. Inntøkubýtið lýsir ikki einans javnan ella ójavnan, men eisini at persónar hava skiftandi inntøku, alt eftir hvar teir eru á lívsskeið síni. Fólk undir útbúgving hava vanliga eina lutfalsliga lága inntøku, ið veksur eftir loknan lesnað, og so líðandi sum arbeiðsroyndirnar gerast fleiri. Harumframt verður inntøkubýtið eisini ávirkað av, at persónar velja inntøku frá og arbeiða parttíð.
Orðalýsingar:
- Gini-talið lýsir ójavnan í inntøkubýtinum. Um øll hava somu inntøku, er talið 0, og hevur eitt húski alla inntøkuna í samfelagnum, er talið 100.
- Hoover-talið er tann parturin av inntøkunum, ið skal býtast av nýggjum fyri at fáa fullkomið javnbýti. Tað verður eisini nevnt Robin Hood-talið.
- Fimtingslutfallið ella 80/20-mátið vísir, hvussu stóran part av javnvirðisinntøkuni ríkasti fimtiparturin ræður yvir samanborðið við tann fátækasta fimtapartin.
- Inntøka er inntøka frá løn fyri arbeiði og yvirskot frá egnum virki, veitingar frá tí almenna, so sum pensjón, dagpeningur, rentustuðul og lestrarstudningur, umframt ognarinntøka, so sum rentuinntøkur, virðisbrævavinningur o.a. kapitalinntøkur.
- Samlað inntøka er inntøkan hjá tí einstaka, áðrenn skattur og onnur lógarkravd gjøld eru drigin frá.
- Tøk inntøka er inntøkan hjá tí einstaka, eftir skatt og onnur lógarkravd gjøld.
- Miðinntøka er tann mittasta inntøkan, t.e. tann inntøkan, sum býtir talið av øllum persónunum í Føroyum í tveir eins stórar bólkar: Helvtin av persónunum hevur størri inntøku og hin helvtin minni inntøku enn miðinntøkuna.
- Miðalinntøka er roknað sum eitt vanligt miðal.
- Javnvirðisinntøka er ein umroknað tøk inntøka hjá hvørjum einstøkum við atliti at vaksnum og børnum í húskinum. Øll í húskinum, børn og vaksin, fáa tillutað somu javnvirðisinntøku.
Javnvirðisinntøkan verður roknað, tí henda tøka inntøkan hjá húskinum sigur meiri um, hvørjar nýtslumøguleikar tey einstøku í húskinum hava, enn tøka inntøkan hjá tí einstaka. Eitt stórt húski má hava størri samlaða tøka inntøku enn eitt lítið, tí tað kostar meiri at uppihalda einum stórum húski. Men samstundis eru eisini fyrimunir í einum stórum húski. Eitt húski við fimm fólkum skal ikki rinda alt fimm ferðir (t.d. orku, hvítvørur, o.s.fr.). - Húskini eru persónar sum pr. 31. desember í árinum hava sama skrásettan bústað í landsfólkaskránni. Fólk á stovni ella á felagsbýli eru ikki tald við. Sostatt er ikki talan um fulla populatión. Harumframt er eisini kravt, at minst ein persónur í húskinum skal hava havt skattskyldu alt árið. Vaksin eru persónar 18 ár ella eldri.
- Inntøkan í einum persentilrúmi er miðal inntøkan hjá persónunum í persentilrúminum.
- EA eru tey 19 londini, ið nýta evruna sum gjaldoyra (EA19, juni 2020)
- ES eru tey 27 londini í Evropasamveldinum (ES27, juni 2020)
Sí eisini Samlaða inntøka, Tøk inntøka, Javnvirðisinntøka og Fátækaváði.
Viðmerking:
Orsøkin til at inntøkutølini eru eitt gott ár afturút er, at skattaskráin hjá TAKS, sum er grundarlagið undir inntøkuuppgerðini, ikki er liðug uppgjørd fyrr enn gott og væl eitt ár eftir uppgerðarárið.