Almenn fyrisiting og tænasta
Almenn fyrisiting og tænasta er ein av fimm yvirskipaðum geirum í føroyska búskapinum, ið fevnir um myndugleikar og stovnar undir almennum ræði, ið framleiða vørur og tænastur til einstaklings- og felagsnýtslu uttan fyri ein marknað.
Hesin geirin er samansettur av 4 undirgeirum:
- Landsfyrisiting og tænasta
- Ríkisfyrisiting og tænasta
- Kommunufyrisiting og tænasta
- Sosialir trygdargrunnar
Tað eru aðrar framleiðandi eindir í búskapinum undir almennum ræði, ið framleiða vørur og tænastur eftir marknaðartreytum, t.e. almenn feløg, ið antin eru partur av geiranum ikki-fíggjarlig feløg ella fíggjarlig feløg. Samlaða almenna virksemið fevnir sostatt um almenna fyrisiting og tænastu og almenn feløg, ið virka eftir vanligum marknaðartreytum.
Orðalýsingar
- Fíggjarkravið, netto, verður eisini nevnt fíggjarliga uppsparingin. Negativt fíggjarkrav, netto, fyri eitt tíðarskeið merkir, at tøka inntøkan er ov lítil til at gjalda nýtslu og íløgur í tíðarskeiðinum. Tá ið einihvørji viðskifti altíð eru fíggjað, er negativt fíggjarkrav tað sama sum lántøka.
- Bruttotjóðarúrtøkan, ið er gjørd upp í marknaðarprísum, er mát fyri virðisskapanina samanlagt í einum tíðarskeiði.
- Bruttoíløgur fevna um fastar bruttoíløgur í støðisogn, broytingar í goymslu og útvegan av virðislutum, netto.

Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
-
Talva í grunninum
Viðm.:
Íløgurnar hjá almennu fyritøkunum eru ikki taldar við