Fíggjarstøða

C Framleiðsluvinna

Fíggjarstøðan lýsir vinningsbýtið, umframt ogn og skuld hjá feløgum og fyritøkum við støði í roknskapum teirra.

Fyritøkur og feløg eru býtt í vinnugrein eftir sama slagi av framleiðsluvirksemi. Føroyska vinnugreinabólkingin er grundað á altjóða NACE-vinnugreinaflokkingina, tó við ávísum tillagingum soleiðis at til dømis alivinnan, ið er lutfalsliga stór vinna í Føroyum, kann eyðmerkjast fyri seg.

Orðalýsingar: 

  • Ognin verður bólkað í hesar undirbólkar:
    • Støðisogn
      • Immateriell støðisogn
      • Materiell støðisogn
      • Fíggjarlig støðisogn
    • Ogn í umferð
      • Vørugoymsla
      • Áogn
      • Tøkur peningur
  • Skuldin verður bólkað í hesar undirbólkar:
    • Eginogn
      • Partapeningur
      • Grunnar
      • Fluttur vinningur
    • Skuld
      • Avsetingar
      • Langfreistað skuld
      • Stuttfreistað skuld
  • Vinningsbýtið er tann parturin av úrsliti felagsins, ið verður fluttur til eigarar felagsins.
  • Nettoíløgur í árinum er munurin ímillum til- og frágongd av íløgum.

 

ALTJÓÐA VINNUGREINAFLOKKINGIN NACE

Í hagtalsgrunninum eru fyritøkur býttar í vinnugreinabólkar eftir sama slag framleiðsluvirksemi. Føroyska vinnugreinabólkingin er grundað á altjóða NACE-vinnugreinaflokkingina, tó við ávísum tillagingum soleiðis at til dømis fiskivinnan, ið er lutfalsliga stór vinna í Føroyum, kann eyðmerkjast fyri seg.

Dømi: 

A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða  - NACE 1. stig, Bólkar 

A03 Fiskiveiða og aling - NACE 2. stig, Deildir

A03.1 Fiskiveiða - NACE 3. stig, Flokkar

A03.11 Fiskiveiða - NACE 4. stig, Vinnugreinar, altjóða stig

A03.11.10 Feskfiskiveiða - NACE 5. stig, Vinnugreinar, føroysk greining

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: NACE 1. stig, bólkar
Viðm.: NACE 1. stig, bólkar
Viðm.: NACE 1. stig, bólkar
Viðm.: NACE 2. stig, deildir
Viðm.: NACE 2. stig, deildir
Viðm.: NACE 2. stig, deildir