Inntøkubýti í Suðurstreymoyar øki

Inntøkubýtið lýsir, hvussu inntøkurnar í Føroyum eru býttar millum persónar eftir kyni, aldri, húskisslagi og bústaðarøki. Inntøkubýtið lýsir ikki einans javnan ella ójavnan, men eisini at persónar hava skiftandi inntøku, alt eftir hvar teir eru á lívsskeiði sínum. Fólk undir útbúgving hava vanliga eina lutfalsliga lága inntøku, ið veksur eftir loknan lesnað, og so líðandi sum arbeiðsroyndirnar gerast fleiri. Harumframt verður inntøkubýtið eisini ávirkað av, at persónar velja inntøku frá og arbeiða parttíð.

Orðalýsingar:

  • Gini-talið lýsir ójavnan í inntøkubýtinum. Um øll hava somu inntøku, er talið 0, og hevur eitt húski alla inntøkuna í samfelagnum, er talið 100.
  • Inntøka er inntøka frá løn fyri arbeiði og yvirskot frá egnum virki, veitingar frá tí almenna, so sum pensjón, dagpeningur, rentustuðul og lestrarstudningur, umframt ognarinntøka, so sum rentuinntøkur, virðisbrævavinningur o.a. kapitalinntøkur.
  • Samlað inntøka er inntøkan hjá tí einstaka, áðrenn skattur og onnur lógarkravd gjøld eru drigin frá.
  • Tøk inntøka er inntøkan hjá tí einstaka, eftir skatt og onnur lógarkravd gjøld.
  • Miðinntøka er tann mittasta inntøkan, t.e. tann inntøkan, sum býtir talið av øllum borgarunum í Føroyum í tveir eins stórar bólkar. Helvtin av borgarunum hevur størri inntøku og hin helvtin minni inntøku enn miðinntøkuna.
  • Miðalinntøka er roknað sum eitt vanligt miðal.
  • Javnvirðisinntøka er ein umroknað inntøka hjá hvørjum einstøkum við atliti at vaksnum og børnum í húskinum. Øll í húskinum, børn og vaksin, fáa tillutað somu javnvirðisinntøku.
    Javnvirðisinntøkan verður roknað, tí inntøkan hjá húskinum sigur meiri um, hvørjar nýtslumøguleikar tey einstøku í húskinum hava, enn inntøkan hjá tí einstaka. Eitt stórt húski má hava størri samlaða inntøku enn eitt lítið, tí tað kostar meiri at uppihalda einum stórum húski. Men samstundis eru eisini fyrimunir í einum stórum húski. Eitt húski við fimm fólkum skal ikki rinda alt fimm ferðir (t.d. orku, hvítvørur, o.s.fr.).
  • Húskini eru persónar sum pr. 31. desember í árinum hava sama skrásettan bústað í landsfólkaskránni. Fólk á stovni ella á felagsbýli eru ikki tald við. Sostatt er ikki talan um fulla populatión. Harumframt er eisini kravt, at minst ein persónur í húskinum skal hava havt skattskyldu alt árið. Vaksin eru persónar 18 ár ella eldri.

Sí eisini Inntøkubýti

Viðmerking:

Orsøkin til at inntøkutølini eru eitt gott ár afturút er, at skattaskráin hjá TAKS, sum er grundarlagið undir inntøkuuppgerðini, ikki er liðug uppgjørd fyrr enn gott og væl eitt ár eftir uppgerðarárið. 

 

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri