Treystital

Konjunkturbarometrið í síni heild eru ávísar (indikatorar), sum siga nakað um, hvussu húsarhald og vinna meta, at tíðirnar eru. Treystitalið er tann samanvigaði ávísin fyri bæði brúkarar og vinnu. 

Konjunkturbarometrið er ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum, men ein spurnakanning um, hvørjar metingar lyklabólkar í samfelagnum hava av gongdini í búskapinum og um sína egnu fíggjarstøðu, bæði gongdini júst nú og hvussu bólkarnir meta um búskaparútlitini. 

Samlaða konjunturbarometrið er samansett soleiðis, at húsarhaldini viga 20 prosent, og vinnurnar vigar 80 prosent. 

Niðanfyri er víst, hvussu nógvar spurningar brúkarar og vinnubólkarnir fáa, og hvat teir viga í treystitalinum:

  • Brúkarar svara 15 spurningum, og hesir viga 20%
  • Tilfeingisvinnan svarar 15 spurningum, og hesir viga 40%
  • Tænastuvinnan svarar 5 spurningum, og hesir viga 30%
  • Handilsvinnan svarar 5 spurningum, og hesir viga 5%
  • Byggivinnan svarar 6 spurningum, og hesir viga 5%

Spurningarnir eru ymiskir fyri hvønn bólk, og svarmøguleikarnir somuleiðis. Spurningarnir eru teir somu, sum verða brúktir í øllum londum, ið eru í ECFIN-samstarvinum, og mátin, ið nýttur verður at gera kanningarnar, er eisini tann sami. Tí eru tølini altjóða sambærlig. Enska heitið á treystitalinum er Economic Sentiment Indicator (ESI).

Eitt einstakt tal hevur einans innihald, um sammett verður við søgulig tøl fyri sama spurning. Til at meta, hvørjari legu talið liggur í, er miðalvirðið av øllum uppgerðum higartil upplýst. Miðalvirðið kann sostatt nýtast sum markið millum t.d. jaliga og neiliga meting um búskaparútlitini.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betur
Viðm.: Treystitalið er eitt vektað miðal av ávísunum