Prísir á tænastuveitingum

Hagstova Føroya almannakunnger í høvuðsheitum hagtøl á heimasíðuni.

Nógv venda sær tó til Hagstovuna eftir upplýsingum - bæði slíkum, sum longu eru almannakunngjørdir og slíkum, sum ikki hava verið frammi fyrr. Fyrispurningar, sum kunnu avgreiðast í eini handavending, verður ikki tikið gjald fyri, men krevur fyrispurningur meira tíð enn hálvan tíma, verður avgreiðslugjald tikið.

Seruppgerð - 780 kr/tíma (min. hálvur tími á 390 kr.)
Veitingar av hagtalsuppgerðum, sum ikki finnast tøkar í hagtalsgrunninum á heimasíðuni, kunnu krevja serliga uppseting ella samanseting av hagtølum. Kravfesting og tíðarnýtsla verða avtalað. Tímaprísurin fyri seruppgerðir er 780 kr. Tíðarnýtsla liggur til grund fyri kostnaðinum fyri veitingina. Verður sama uppgerð veitt fleiri ferðir ella fleiri brúkarum, verður tíðarnýtslan minni pr. veiting og gjaldið tí lægri fyri hvørja veiting.

Sertænasta - 920 kr/tíma
Hagstovan kann eisini veita greiningar, forsagnir og aðrar sertænastur móti gjaldi. Kravfesting og tíðarnýtsla verða avtalað eftir tørvi. Tímaprísurin fyri tílíkar sertænastur er 920 kr.