Skattir

Skattainntøkur tess almenna uppgjørdar og flokkaðar eftir tjóðarroknskaparleisti fyri skyna ávirkanina á samfelagsbúskapin hjá hvørjum skattaslagi sær. Tjóðarroknskaparbýtið av skattainntøkum tess almenna er hesar:

  • Framleiðslu- og innflutningsskattur fevnir um eitt nú meirvirðisgjald, punktgjøld, skrásetingargjald og brennioljugjald.
  • Inntøku- ognarskattur o.a. eru skattir og avgjøld so sum landsskattur, kommunuskattur, partafelagsskattur, avgjald á kapitaleftirlønum og skattur av pensjónsinngjøldum.
  • Kravd sosial tryggingargjøld fevna um gjald í Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, arbeiðsloysistrygging, gjald til barsilsskipan, gjald til Heilsutrygd o.a.
  • Kapitalskattur fevnir í høvuðsheitum um arvaavgjald.

Orðalýsingar:

  • Skattatrýst samanlagt er skattur í prosentum av bruttotjóðarúrtøkuni
  • Rættað skattatrýst er skattur í prosentum av bruttotjóðarinntøkuni
  • Tillagað skattatrýst er tøk almenn bruttoinntøka í prosentum av tøku bruttotjóðarinntøkuni
  • Faktorskattatrýst er skattur í prosentum av bruttofaktorinntøkuni

Ymisk mát fyri skattatrýst:

Skattatrýst tilsamans

Tann mest vanligi uppgerðarhátturin, ið verður nýttur í altjóða samanberingum er, at allir skattir og øll avgjøld verða roknað í mun til bruttotjóðarúrtøku í marknaðarprísum, og tað verður gjørt soleiðis:

Skattatrýst = skattur í prosentum av bruttotjóðarúrtøkuni

Rættað skattatrýst

Bruttotjóðarúrtøkan er samlaða framleiðslan í samfelagnum frádrigið nýtsluna í framleiðsluni. Bruttotjóðarúrtøkan vísir sostatt ikki, hvussu stór inntøkan í samfelagnum er. Ein partur av inntøkuni eru lønarflytingar og ognarinntøka úr útlondum umframt rakstrarflytingar úr útlondum (eitt nú ríkisveitingin úr Danmark), og somuleiðis lønarflytingar, ognarinntøka og rakstrarflytingar í útlond. Tá hædd verður tikin fyri hesum inntøkuflytingum fæst tøka bruttotjóðarinntøkan í marknaðarprísum. 

Um allir skattir og øll avgjøld verða roknað í mun til tøku bruttotjóðarinntøkuna, sæst hvussu stóran part av tøku bruttotjóðarinntøkuni almenni tænastugeitin fær í skattum og avgjøldum. Hetta verður nevnt rættað skattatryst og verður roknað á henda hátt:

Rætta skattatrýst = skattur í prosentum av tøku bruttotjóðarinntøkuni

Tillagaða skattatrýst

Ein partur av skattainntøkum tess almenna fer aftur til borgararnar sum inntøkuflytingar til húsarhaldini og stuðul til vinnulívið. Inntøkuflytingar eru ikki partur av bruttotjóðarúrtøkuni, tí er talan bert um umfordeiling av inntøkum og nýtslumøguleikum. Tøka almenna bruttoinntøkan, sum vísir, hvussu nógv borgarirnir gjalda av almennu nýtsluni og samansparingini. Tillagaða skattatrýstið vísir sostatt, hvussu stóran part av tøku bruttotjóðarinntøkuni í samfelagnum almenni tænastugeirin hevur at ráða yvir til fyrisiting og tænastur. Tað roknast sum:

Tillaga skattatrýst = Tøk almenn bruttoinntøka í prosentum av tøku bruttotjóðarinntøkuni

Faktorskattatrýst

Vøru- og framleiðsluskattir telja bæði í skattatrýstinum samanlagt og sum partur av bruttotjóðarúrtøkuni í marknaðarprísum. Verður ein stórur partur av skattunum goldin umvegis inntøkuskattir og ein minni partur umvegis vøru- og framleiðsluskattir, økist vanliga skattatrýstið, alt annað líka, hóast skattir tilsamans eru óbroyttir. Hædd verður tikin fyri hesum, um vøru- og framleiðsluskattir (netto) ikki verða tiknir við, og sokallaðir faktorprísir verða nýttir ístaðin fyri marknaðarprísir. Bruttotjóðarinntøkan uppgjørd í faktorprísum verður nevnd bruttofaktorinntøkan. Faktorskattatrýstið verður roknað soleiðis:

Faktorskattatrýst = skattur í prosentum av bruttofaktorinntøkuni

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri