Samlaði innflutningurin fyrstu 11 mánaðirnar í 2020 er áleið tann sami sum árið fyri.
Tíðindi
Yvirlit yvir tíðindi. Eldri tíðindi síggjast á gomlu heimasíðuni.
Nú bert ein mánaður manglar í uppgerðini fyri 2020, sæst at útflutningsvirðið av fiskavørunum er minkað 11% samanborið við sama tíðarskeið í 2019. Um vit samanbera við 2018 er tað vaksið 7%.
Brúkaraprístalið verður gjørt upp 4 ferðir árliga, og nú allar uppgerðirnar fyri 2020 eru tøkar, sæst, at brúkaraprístalið í 2020 í miðal var 121,4. Miðalbrúkaraprístalið í 2019 var 121,0, sum merkir, at prísirnir á vørum og tænastum til nýtslu hjá húsarhaldum í miðal eru øktir 0,3% í 2020 samanborið við 2019.
Í 2020 vórðu 10,3 mia. útgoldnar í lønum. Vøksturin er 2,1% í mun til 2019. Hetta er minsti vøkstur í lønargjaldingunum síðan 2013, tá hann var 1,3%.
Í november gistu ferðafólkini 6.600 nætur á gistingarhúsunum.
Hagstovan framleiðir hagtøl, sum taka pulsin á føroyska samfelagnum.
Tað eru góðir 300 fleiri samanborið við desember í 2019
Tann 1. desember í fjør var fólkatalið 52.920. Tað er vaksið við 847 fólkum ella 1,6% í mun til somu tíð fyrra árið. Av kommununum var størsti vøksturin í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Eystur, Nes, Vágs og Tvøroyrar kommunum. Merkisvert er við lutfalsliga stórum fólkavøkstri í Sandoy og nú eisini í Suðuroy. Hinvegin er vøksturin uppstøðgaður í Vágum.
Triðja ársfjórðing í 2020 vaks umsetningurin fyri ‘matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur’ og ‘húsbúnað og húsarhaldsútgerð’ umleið 15% samanborið við sama ársfjórðing í 2019. Umsetningurin fyri ‘klædnavørur og fótbúnað’ vaks 6%.
Í oktober var arbeiðsloysið 1,3%, sum er nakað minni enn undanfarnu mánaðirnar. Síðani koronufarsóttin rakti í mars hevur arbeiðsloysið verið uppi á 1,9%.
Í november vórðu góðar 860 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 5 milliónir færri í mun til sama mánað í fjør.
Í 2019 vóru gott 1.050 ársverk í sjúkrahúsverkinum, 806 á Landssjúkrahúsinum, 127 á Klaksvikar og 118 á Suðuroyar sjúkrahúsi
Innflutningurin minkaði 145 mió. fyrstu 10 mánaðirnar í ár samanborið við í fjør.
Útflutningurin er minkaður 850 mió. kr. fyrstu 10 mánaðirnar. Tað er 11%
Í september var arbeiðsloysið 1,4%, sum er nakað minni enn undanfarnu mánaðirnar. Síðani koronufarsóttin rakti í mars hevur arbeiðsloysið verið uppi á 1,8%.
Fyri tíggju mánaðir januar til og við oktober í ár er væl minni avreitt av toski veiddur í føroyskum øki í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Í oktober gistu ferðafólkini 8.700 nætur á gistingarhúsum. Tað er 35% minni enn sama mánað í fjør. Tó er talið av gistináttum hjá føroyingum vaksið við góðum fjórðingi.
Í komandi viku frá 23. til 29. november verður árliga arbeiðsfjøldarkanningin fyri 2020 gjørd.
Innflutningurin minkaði eitt sindur fyrstu 9 mánaðirnar í ár samanborið við í fjør. Minkingin var 68 mió, ella 1%
Til og við september útfluttu vit fyri 6,3 mia. kr. Tað er 7% minni enn í fjør.
Í oktober vóðru góðar 865 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 23 milliónir færri í mun til sama mánað í fjør.
Tað eru knappliga 100 fleiri løntakarar enn fyri einum ári síðani ella ein vøkstur á 0,3%.
Tann 1. oktober í ár var fólkatalið 52.756. Tað er vaksið við 827 fólkum ella við 1,6% í mun til somu tíð í fjør. Av kommununum var størsti vøksturin í Tórshavnar, Runavíkar, Eystur, Klaksvíkar, Nes, Kvívíkar, Vága, Eiðis, Sjóvar og Vágs kommunum. Lutfalsliga var eisini stórur vøkstur í Skopunar og Sands kommunum.
Í uppgerðini hjá Hagstovu Føroya yvir fíggjarstøðuna hjá kommununum, ið er dagførd til og við 2019, sæst, hvat hvør kommuna hevur av útreiðslum til rakstur og til íløgur. Eisini hvat kommunurnar hava av skattainntøkum, ogn og skuld. Tølini eru eisini fyri hvønn íbúgva í kommununi, so tølini kunnu samanberast frá einari kommunu til aðra.
Níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár var talið av gistingarnáttum á gistingarhúsunum slakar 72-túsund, samanborið við góðar 138-túsund sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein minking við sløkum 67-túsund ella 48%. Minkingin var ógvislig frá mars til juni, men tað hevur verið frægari síðani juli og er á áleið sama støði sum fyri 5-6 árum síðani.
Í august var arbeiðsloysið 1,5%, sum er nakað minni enn undanfarnu mánaðirnar. Síðani koronufarsóttin rakti í mars hevur arbeiðsloysið verið uppi á 1,8%.
Innflutningurin vaks 335 mió. kr. ella 7% fyrstu 8 mánaðirnar í ár samanborið við í fjør.
Minni er útflutt av laksi og toski og meira av uppsjóvarfiski
Brúkaraprísirnir fyri triðja ársfjórðing vísa, at í miðal eru prísirnir øktir bæði í mun til annan ársfjórðing í ár og sama ársfjórðing í fjør. Í mun til annan ársfjórðing er brúkaraprístalið økt 0,3 prosent, og í mun til sama ársfjórðing í fjør eru brúkaraprísirnir í miðal øktir 0,2 prosent.
Vøkstur er framvegis í løntakaratalinum, men tað veksur spakuligari enn tað hevur gjørt.
Tann 1. septembur í ár var fólkatalið 52.703. Tað er vaksið við 768 fólkum ella við 1,5% í mun til somu tíð í fjør.
Inntøkan hjá borgarunum i Tórshavnar kommunu hevur nærum hvørt ár síðani 2009 verið hægst, men kunoyingar bjóða av.
Umsetningurin í virði og umsetningurin umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørdur upp fyri annan ársfjórðing. Tølini eru býtt í vørubólkarnar matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og húsbúnaður og húsarhaldsútgerð. Samanborið við sama ársfjórðing í fjør, var umsetningurin fyri matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur og húsbúnað og húsarhaldsútgerð heili 14 prosent hægri, meðan umsetningurin fyri klædnavørur og fótbúnað var 7 prosent hægri.
Gistingarhagtølini eru nú dagførd til og við august 2020
Hvussu hevur gongdin verið í fólkatalinum í tíni bygd og kommunu seinastu 10 árini? Hvussu er fólkasamansetingin nú millum ung og gomul, mannfólk og konufólk? Nú kommunuvalið nærkast fer Hagstova Føroya komandi tíðina at seta sjóneykuna á kommunurnar.
Innflutningurin vaks 5% fyrstu 7 mánaðirnar í ár samanborið við í fjør. Telja vit ikki skip og flogfør við, so er ongin vøkstur.
Útflutningurin av fiskavørum minkaði næstan hálva mia. kr. fyrstu 7 mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør. Hetta er ein minking á 10%
Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum var góðar 19,7 milliardir krónur í 2018. Tað eru 500 milliónir krónur meira enn í 2017 og ein vøkstur á 2,6 prosent, ið er nakað minni vøkstur enn árini frá 2013 til 2017. At vøksturin ikki er eins stórur í 2018 í mun til hesi árini undan skyldast einamest minni virðisøking í alivinnuni.
Tann 1. august í ár var fólkatalið 52.816. Tað eru 733 fleiri fólk enn 1. august í fjør. Fólkatalið vaks sosatt 1,4%.
Sjey teir fyrstu mánaðirnar í ár var talið av gistingum á gistingarhúsunum 45.577, samanborið við 99.942 sama tíðarskeið í fjør. Minkingin er 54%. Minkingin var ógvislig frá mars til juni, meðan ikki er so stórur munur á juli nú og í árunum frammanundan.
Nógv nýggj nøvn eru ovast hjá teimum, ið vóru fødd í 2019, bæði hjá gentum og dreingjum.
Enn eru Maria og Anna ovast hjá konufólki og Jákup og Jógvan hjá mannfólki - hóast stórar broytingar í fólkanøvnunum
Maria og Anna eru ikki til at vika sum vanligastu konufólkanøvnini, eins og Jákup og Jógvan hjá mannfólkunum. Men nýggjari nøvn koma longur og longur upp á listan. Hetta vísir yvirlitið við fornøvnum hjá okkum øllum, ið vóru búsett í Føroyum 1. januar 2020.
Innflutta nøgdin av nýtsluspritti vaks 1.400% frá mars til juni í ár, sammett við sama tíðarskeið í fjør. Nøgdin av máling vaks 20% hesar mánaðirnar.
Útflutningurin av fiskavørum minkaði góðar 400 mió. kr. fyrra hálvár í ár samanborið við somu tíð í fjør.
Knappar 875 milliónir vórðu útgoldnar í lønum í juli. Tað eru góðar 25 milliónir ella 3% meira enn sama mánað í fjør. Eins og fyri løntakararnar benda seinastu uppgerðirnar fyri lønargjaldingarnar á eina V-gongd við skjótari uppgongd í lønunum eftir fallið í apríl og mai, heldur enn eina U-gongd við longri aldudali við trekum vøkstri.
Í juli vóru gott 27.300 løntakarar í Føroyum. Seinastu teljingarnar benda á eina V-gongd við alsamt skjótari uppgongd í løntakaratalinum eftir fallið í apríl, heldur enn eina U-gongd við longri aldudali við trekum vøkstri.
Tann 1. juli í ár var fólkatalið 52.656 og vaks sostatt við 813 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. juli 2019 – 1. juli 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Samanbera vit fyrra hálvár 2020 við sama tíðarskeið í fjør, minkar tann stóri fólkavøksturin bert eitt lítið vet.
Útflutningsvirðið minkaði 19% teir tríggjar mánaðirnar frá mars til mai, og útflutta nøgdin er minkað 29%.
Innflutningurin fyri mai er nú uppgjørdur. Sostatt hava vit tøl fyri innflutningin teir tríggjar mánaðirnar mars - mai í ár, tá korona rakti føroyska samfelagið.
Brúkaraprísirnir fyri annan ársfjórðing eru dagførdir, og vísa tølini hesaferð, at í miðal eru prísirnir lækkaðir, bæði í mun til fyrsta ársfjórðing í ár og sama ársfjórðing í fjør. Í mun til fyrsta ársfjórðing er brúkaraprístalið lækkað 0,9 prosent og í mun til sama ársfjórðing í fjør, eru brúkaraprísirnir í miðal lækkaðir 0,1 prosent.
Góðar 840 milliónir vórðu útgoldnar í lønum í juni. Tað eru 13 milliónir ella 1,5% meira enn sama mánað í fjør.
Í juni vóru góðir 26.500 í løntakaraskaranum. Løntakaratalið veksur aftur eftir fallið í apríl, serliga tí at privata tænastuvinnan nú fótar sær aftur. Tað er eisini ymiskt hvussu økini í landinum hava verið rakt - serliga Sandoyar økið hevur verið minni rakt enn hini økini í landinum.
Tann 1. juni í ár var fólkatalið 52.562 og vaks sostatt við 830 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. juni 2019 – 1. juni 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 267, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 563, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum. Nógv størsti vøksturin er í Tórshavnarøkinum.
Uppgerðin fyri avreiðingar, verður skipað eftir nýggjum leisti. Nú verða allar avreiðingar tiknar við, uttan mun til fiskaslag og viðgerð umborð.
Tølini frá konjunkturkanningini fyri juni eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Tær fimm kanningarnar eru gjørdar um hálvan juni og eftir at koronu-farsóttin hevði herjað í góðar tríggjar mánaðir, og kunnu hesar kanningarnar sammetast við kanningar gjørdar stutt áðrenn koronu-farsóttin kom til landið. Hesaferð er treystitalið munandi lægri í mun til seinastu mongu kanningarnar. Onnur nýliga dagførd hagtøl vísa, í hvønn mun áleikandi altjóða heilsukreppan rakar føroyska samfelagið og búskapin, og júst gjørdu kanningarnar vísa, hvussu brúkarar og fyritøkur meta um fíggjarligu og búskaparligu støðuna og útlitini.
Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørdur upp fyri 1. ársfjórðing í ár. Tølini eru býtt í vørubólkarnar matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og húsbúnaður og húsarhaldsútgerð. Seinastu tølini vísa, at umsetningurin fyri klæðir og fótbúnað var nærum 10 prosent minni 1. ársfjórðing 2020 samanborin við umsetningin 1. ársfjórðing 2019, meðan umsetningurin av matvørum og húsbúnaði er vaksin ávikavist 12 og 7 prosent.
Samlaða talið av viðtalum í 2019 var stívliga 166-túsund, ið var gott 4% fleiri enn árið fyri. Av teimum 166-túsund viðtalunum vóru gott 4-túsund viðtalur hjá fólki, sum búgva uttanlands.
Síðstu tjúgu árini er livialdurin øktur munandi, eins og stórar broytingar eru í teim orsøkum, vit doyggja av.
Í mai vóru góðir 25.700 í løntakaraskaranum. Tað er framvegis langt frá støðinum undan koronu. Hóast tað, eru løntakaratølini í mai nakað frægari enn í apríl.
Tann 1. mai í ár var fólkatalið 52.484 og vaks sostatt við 834 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. mai 2019 – 1. mai 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 267, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 567, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum.
- innflutningurin minkaði 23% samanborið við apríl í fjør.
Útflutningurin í apríl var ein triðing lægri enn í apríl í fjør.
Góðar 800 milliónir vórðu útgoldnar í lønum í mai. Tað eru knappar 25 milliónir minni enn sama mánað í fjør. Vøksturin, sum hevur verið í lønargjaldingunum seinnu árini, er steðgaður upp. Eins og í apríl sæst fallið serliga í privatu tænastuvinnunum.
Her eru talvur sum vísa tal av persónum í ymiskum inntøkubólkum. Við í teljingini eru øll, sum eru 15 ár og eldri.
Fimtingslutfallið og gini-talið standa í stað.
Gott 5.000 føroyingar høvdu eina javnvirðisinntøku, ið var so lág, at tey vóru undir fátækraváðamarkinum í 2018.
Tøl og hagtalsmát um inntøkuviðurskifti hjá føroyingum eru dagførd við 2018.
Útflutningurin í mars var 100 mió. kr. lægri enn í mars í fjør. Hyggja vit bert hyggja at fiskavøruútflutninginum, er minkingin 50 mió. kr., sum er 8%.
- Vøkstur á 9% samanborið við mars í fjør
Í apríl vóru slakir 25.300 løntakarar. Tað er serliga í privatu tænastuvinnunum, at fallið sæst best.
Nú mars sum fyrsti mánaðurin við avmarkandi koronu-átøkunum er komin við í nýggjastu uppgerðina av fólkatalinum, sæst at flytingin millum Føroyar og útlond er minkað nakað. Serliga er fráflytingin minkað, so gloppið millum tilflyting og fráflyting er vaksið. T.v.s. at nettotilflytingin er økt nakað og góða gongdin í fólkatalinum heldur fram.
Tað vórðu knappar 845 milliónir útgoldnar í lønum í apríl. Tað eru bara 4 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Vøksturin, sum hevur verið í lønargjaldingunum seinnu árini steðgar upp. Serliga sæst eitt fall í privatu tænastuvinnunum.
Brúkaraprístalið er gjørt upp fyri 1. ársfjórðing í ár, og vísa nýggjastu tølini, at brúkaraprísirnir seinasta árið í miðal eru hækkaðir1,1 prosent, ið er umleið sami árligi miðalvøksturin, sum hevur verið staðfestur seinastu 3 árini.
Hesi síðstu tvey áratíggjuni eru færri fongslað og varðhaldsfongslað, men brotini á rúsevnislóg, arbeiðsverndarlóg og vápnalóg eru blivin fleiri.
Stórar broytingar eru hendar í ferðsluni síðstu 20 árini, har ferðsluóhappini eru fækkað niður um eina helvt, fólkaskaðar í ferðsluni eru fækkaðar enn meir og somuleiðis talið av ákærdum fyri rúsdrekkakoyring.
Revsilógarmálini eru fækkaði meir enn eina helvt seinastu 12 árini, úr 1100 í 2007 til eini 500 í fjør. Minkingin er stór á flestu økjum – uttan viðvíkjandi siðamisbrotum, sum eru vorðin nøkur fleiri. Hetta vísa yvirlit um virksemi hjá løgregluni.
Tølini fyri útflutningin til og við februar mánað eru nú gjørd upp. Tey vísa at 12-mánaðarskeiðið mars 19- februar 20 útfluttu vit fyri fyri 9,7 mia. kr.
Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum (mar. 19-feb. 20) var 8,4 mia. kr. Tað er 700 mió. kr. meir enn undanfarna skeið.
Enn síggjast avleiðingarnar av koronafarsóttini ikki í samlaðu lønargjaldingunum. Í privatu tænastuvinnunum, serliga innan gistihús og matstovuvirki og innan handil og umvæling, kann óvanlig niðurgongd tó staðfestast fyri marsmánað.
Tann 1. mars í ár var fólkatalið 52.337 og vaks sostatt við 841 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. mars 2019 – 1. mars 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopi á 273, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 568, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum.
Rættarmálini eru nógv og fjølbroytt, eini 2.000 sakarmál í Føroya Rætti í fjør, eini 2.400 mál í Fútarættinum og eini 550 í Skiftirættinum. Haraftrat eini 80 í Yvirfriðingarnevndini.
Í fjør vórðu um 12.700 rættindaskjøl av ymiskum slagi tinglýst. Hetta er nakað tað sama sum tey fýra árini frammanundan.
Í fjør vóru flestu sethúsini seld á bygd og minni enn ein triðingur í høvuðsstaðnum. Men miðalprísurin í høvuðsstaðnum var nógv meir enn tann dupulti av prísinum á bygd.
Í januar var arbeiðsloysið 1,1%. Sama mánað í 2019 var tað 1,3%.
Framleiðslan í landbúnaðarvinnuni hevur verið støðug síðstu tíggju árini. Í 2010 var mjólkarframleiðslan 7,1 mió. litrar frá 919 mjólkkúm. Í 2019 var hon 7,4 mió. litrar frá 1.116 mjólkkúm. Framleiðslan av neytakjøti var 49 tons frá 172 neytum í 2010. Í 2019 var framleiðslan 50 tons frá 193 neytum.
Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørdur upp fyri 4. ársfjórðing 2019. Tølini eru býtt í vørubólkarnar matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og húsbúnaður og húsarhaldsútgerð. Samanborið við somu tøl fyri 4. ársfjórðing 2018, er umsetningurin fyri matvørur og klæðir vaksin við ávikavist 6,5 og 4,1 prosentum, meðan sølan av húsbúnaði er minkað við 5 prosentum.
12 grindir løgdu beinini í fjør, samanborið við 10 í 2018. Gongdin síðstu nógvu árini er tann, at talið av grindum minkar spakuliga og at grindirnar vera smærri. Kortini góvu grindirnar í fjør eini 200 tons av tvøsti og 180 tons av spiki.
Nú løntakararnir fyri 2019 eru gjørdir upp, hava vit hugt nærri at broytingum í einstøku vinnugreinunum tey seinastu árini.
Tølini fyri útflutningin til og við januar mánað eru nú gjørd upp. Tey vísa at 12-mánaðarskeiði feb19-jan20 útfluttu vit fyri fyri 9,8 mia. kr. samanborið við sama tíðarskeið frammanundan er talan um vøkstur á 1,4 mia. kr. ella 17%
Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum (feb. 19-jan.20) var 8,4 mia kr. Tað er hálv mia. kr. meir enn undanfarna skeið.
Í februar vóru góðar 890 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru knappar 55 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør.
Vøkstur er framvegis í løntakaratalinum, men tað veksur spakuligari enn tað hevur gjørt.
Tann 1. februar í ár var fólkatalið 52.199 og vaks sostatt við 835 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. feb. 2019 – 1. feb. 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 273, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 562, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum.
Í 2019 vórðu 21 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er sama lága støði, sum hevur verið seinastu 5 árini. Tá talið var størst seinni helvt av 1980-unum, var tað meir enn 80 fosturtøkur um árið og er sostatt nú um ein fjórðingur av tí, sum var fyri góðum tríati árum síðani.
Av teim stívliga 37.100 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru eini 31.700 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. Uttan fyri vinnu eru út við 5.500.
Tað vóru 168.000 skrásettar gistinætur á gistingarhúsum í 2019. Tað eru 16.500 ella 11% fleiri enn í fyrra ári. Hetta er størsti vøkstur síðani byrjað varð at skráseta fyri sjey árum síðani. Av gistingunum vóru tær flestu hjá ferðafólki úr Danmark við 30%.
Í 2019 innfluttu vit fyri 8,1 mia. kr. av vørum. Hetta er tað mesta, sum er innflutt eitt ár, og fyrstu ferð at árligi innflutningurin er oman fyri 8 mia. kr. Samanborið við 2018 er vøksturin 400 mió. kr. ella 5%.
Samlaði útflutningurin í 2019 var 9,5 mia. kr. Samanborið við árið frammanundan er talan um vøkstur á 1,5 mia. kr. ella 19%
Tann 1. januar í ár var fólkatalið 52.124 og vaks sostatt við 822 fólkum í árinum 2019. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 272, ið svarar til ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 550, ið svarar til tveir triðingar av fólkavøkstrinum.
Vinnuroknskaparhagtølini fyri fyritøkur eru dagførd og vísa tølini, at samlaða úrslitið áðrenn kapitalpartar fyri allar vinnur vaks við yvir 76% eftir tveimum árum frá 2015 til 2017. Hóast úrslitini í 2012 og 2015 vóru lægri enn árini fyri, hava úrslitini síðani 2010 verið støðugt vaksandi og positiv øll árini.
Tølini frá konjunkturkanningini fyri januar eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Treystitalið hesaferð er væl hægri enn talið seinastu 5 kanningarnar.
Uppgerðin av ogn og skuld uttanlands er gjørd upp til og við 2017, og vísa dagførdu tølini millum annað, at føroyska nettoognin í útlandinum í 2017 var á hædd við nettoognina innan fíggjarkreppuna fyri umleið tíggju árum síðan. Nettoogn føroyinga uttanlands var 5,7 mia. kr. í 2017 og árini frá 2015 til 2017 vaks ognin 5 mia. kr. og skuldin minkaði 1,3 mia. kr. Sostatt vaks nettoognin í útlandinum umleið 6,3 mia. kr. eftir tveimum árum.
Nýggja uppgerðin av av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans vísir metstórt avlop árini 2016 og 2017. Stór avlop hava verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans síðani 2013.
Í november í fjør var arbeiðsloysið 0,9%. Sama mánað í 2018 var tað 1,2%.
Frá aldarskiftinum fram til 2007 var miðal avreiðingarnøgdin tilsamans góð 125 túsund tons. Síðan 2013 hevur veiðan, ið er farin um avreiðingarskipanina, í miðal verið um 73 túsund tons. Í fjør vórðu avreidd smá 85 túsund tons, sum er eitt vet betri enn í 2018, tá góð 75 túsund tons vórðu avreidd.
Innflutningurin var oman fyri 8 mia. krónur 12-mánaðarskeiði (des. '18-nov. '19)
12-mánaðarskeiði des. '18-nov. '19 útfluttu vit fyri fyri 9,4 mia. kr. Samanborið við árið frammanundan er talan um vøkstur á 1,5 mia. kr.
Brúkaraprístalið er gjørt upp fyri 4. ársfjórðing 2019, og sostatt kann miðal vøksturin í brúkaraprísum fyri 2019 samanberast við 2018. Frá 2018 til 2019 hækkaði brúkaraprístalið í miðal 1,3 prosent.
Tann 1. desembur í fjør var fólkatalið 52.067 og vaks sostatt við 807 fólkum seinasta 12-mánaðarskeiðið frá 1. des. 2018 til 1. des. 2019. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 271 og eini nettotilflyting á 536.
Í oktober vóru góðir 27.900 løntakarar í Føroyum. Tað eru næstan 850 fleiri í mun til sama mánað í fjør.
Í 2019 vóru góðar 10 mia. útgoldnar í lønum. Vøksturin er 6,8% í mun til 2018. Vøksturin í lønargjaldingunum er støðugur.
Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørdur upp fyri triðja ársfjórðing 2019 í trimum yvirskipaðum vørubólkum.
Í oktober var arbeiðsloysið 0,8% og er nú aftur metlágt. Lægsta arbeiðsloysið varð annars mált mánaðin fyri, tá var tað 0,9%.
Uppgerðin av avreiðingunum fyri ellivu mánaðir í 2019 er til taks í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.
Seinasta árið (nov. 18-okt.19) innfluttu vit vøru fyri 8,1 mia. kr. árið fyri innfluttu vit fyri 7,6 mia. Somu tíðarskeið útfluttu vit fyri ávikavist 9,3 og 8 mia. kr. Sostatt var avlopið av uttanlandshandlinum við vørum 1,3 mia. seinasta árið mótvegis 400 mió. árið fyri. Tað er ein vøkstur í innflutninginum á 7% og í útflutninginum á 17%
Eftir minkingina í heyst, tá nógv ungfólk fara av landinum í lestrarørindum, er fólkatalið nú komið uppaftur á 52-túsund.
Í november vóru knappliga 870 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru knappar 50 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør.
Vit skulu aftur til juni í 2008, tá arbeiðsloysið seinast var so lágt sum nú. Tá var arbeiðsloysið 1,1%.
Út frá upplýsingum, Hagstova Føroya hevur fingið frá Heilsutrygd, kunnu vit nú gera nøkur samanfatandi hagtøl um virksemið í kommunulæknaskipanini, sum ikki hava verið gjørt áður. Upplýsingarnar fevna um virksemið trý tey síðstu árini 2016 – 2018 og lýsa býtið av viðtalum í kommunulæknaskipanini eftir bústaðarøki, eftir vakttíð og eftir aldri og kyni.
Uppgerðin av avreiðingunum januar til oktober 2019 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.
12-mánaðarskeiði okt. 2018 til sep. 2019 útfluttu vit fyri beint oman fyri 9 mia. kr. Tað er ikki hent fyrr at árligi útflutningurin er farin uppum 9 mia.
Innflutningurin vaks hálva mia. kr seinasta árið (okt. 18-sep.19), samanborið við undanfarna ár.
Fólkatalið vaks við 875 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum frá 1. okt. 2018 til 1. okt. 2019. Tað svarar til ein vøkstur á 1,7%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 280 og eini nettotilflyting á 595 fólk. Landafrøðiliga er fólkavøksturin ójavnur út um landið, størstur í Eysturoy, Vágum og Tórshavnarøkinum, nakað minni í Norðoyggjum, lítil í Suðuroy og ongin í Sandoy.
Í august vóru stívliga 28.100 løntakarar í Føroyum. Tað eru 750 fleir í mun til august-mánað í fjør.
Í oktober vóru knappar 890 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 75 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør. Vøksturin hevur verið rættiliga støðugur síðani 2014.
Arbeiðsloysið var 1,1% í august samanborið við 1,5% í august í fjør. Lága arbeiðsloysið stendur við og tykist at vera komið í fasta legu.
Avreiðingarnar tilsamans av botnfiski eru í nøgd væl frægari tríggjar teir fyrstu árfjórðingarnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Vøksturin í fólkatalinum á 938 fólk, sum var í ársskeiðinum 1. sept. 2018 til 1. sept. 2019, er størstur í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, í Vágum og í Tórshavnarøkinum. Hálvt so stórur er vøksturin í Norðoyggjum, Streymoyarøkinum uttan høvuðstaðin og í Suðuroy. Í Sandoyar sýslu stendur mest sum í stað.
Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørdur upp fyri annan ársfjórðing í trimum yvirskipaðum vørubólkum. Hesir eru matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og húsbúnaður og húsarhaldsútgerð.
Vøruinnflutningur og -útflutningur eru dagførd til august 2019.
Triðja ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 0,9 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør, og er árligi vøksturin hesaferð á hædd við miðal prísvøksturin seinastu 3 árini. Annan ársfjórðing var árligi vøksturin 1,8 prosent, ið er hægsti vøkstur í brúkaraprístalinum seinastu 7 árini.
Fólkatalið vaks við 938 fólkum seinasta 12-mánaðar skeiðið frá 1. sept. 2018 til 1. sept. 2019. Tað er tað mesta nakrantíð í einum ársskeiði og svarar til ein vøkstur á 1,8%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 288, ið er munurin millum fødd og deyð, og eini metstórari nettotilflyting á 650, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting.
Í juli vóru stívliga 28.150 løntakarar í Føroyum. Tað eru knappliga 650 fleir í mun til juli-mánað í fjør. Tað er fyrstu ferð, at løntakaratalið er farið upp um 28.000.
Í september vóru knappar 850 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 80 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør. Vøksturin hevur verið rættiliga støðugur síðani 2014.
Arbeiðsloysi var 1,3% í juli samanborið við 1,7% í juli í fjør. Gongdin í arbeiðsloysinum hevur seinasta hálva árið funnið eina legu, ið liggur um 1,2%.
Hvussu hava seinastu tíggju árini roynst í fólkatali í ymisku bygdunum og býunum úti um landið? Í eini tíð við fólkaminkingini 2010-2014 og síðani stóra fólkavøkstrinum 2014-2019? Tað hevur verið ymiskt. Flesta staðni við stórum vøkstri, serliga í miðøkinum, men aðra staðni eru tey dragnaði afturút, serliga í útjaðaranum. Tað greina talvurnar í hesum yvirliti.
Uppgerðin av avreiðingunum fyri teir fyrstu átta mánaðirnar í 2019 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.
Tað vóru 73.220 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum fyrra hálvár 2019. Tað eru 4.467 ella 6,5% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.
Vøruinnflutningur og -útflutningur eru dagførd til juli 2019. Útgreinað hagtøl um uttanlandshandilin eru at finna í hagtalsgrunninum.
Tann 1. august í ár vóru vit farin upp um 52-túsund fólk í Føroyum. Tá vóru vit 52.122 í tali, sum eru 868 fleiri enn eitt ár frammanundan. Tað kemur av eini nettotilflyting á 575 fólk, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og einum burðaravlopi á 293, sum er munurin millum fødd og deyð.
Í juni vóru góðir 27.700 løntakarar í Føroyum. Tað eru góðir 600 løntakarar fleiri i mun til juni-mánað í fjør. Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at støðugt fleiri løntakarar leggjast afturat.
Í mai vóru knappliga 27.600 løntakarar í Føroyum. Tað eru góðir 700 løntakarar fleiri i mun til mai-mánað í fjør. Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísur at støðugt fleiri løntakarar leggjast afturat.
Fólkatalið er vaksið við 846 fólkum ella 1,7% seinasta árið