Innflutningur av vørum
16. jul 2020
Munandi minni brúkt uppá brennievni

Innflutningurin fyri mai er nú uppgjørdur. Sostatt hava vit tøl fyri innflutningin teir tríggjar mánaðirnar mars - mai í ár, tá korona rakti føroyska samfelagið.

Samlað minkaði innflutningurin við 100 milliónum krónum ella 5% hesar mánaðirnar samanborið við somu mánaðir í fjør. Tað er serliga lægri prísurin á brennievni sum er orsøkin. Innflutta nøgdin av brennievni er minkað 30% meðan virði er minkað 60%

Um vit ikki telja innflutningin av brennievni við, er hinvegin talan um vøkstur í innflutninginum hesar mánaðirnar.

Færri bilar eru innfluttir hesar mánaðirnar. Innflutningsvirði í bólkinum bilar o.o. flutningsfør er minkað 17%.

Tað, sum verður roknað sum beinleiðis nýtsla hjá húsarhaldunum, vaks 5%. Her er meira innflutt í flestu vørubólkum, tó er innflutningurin av klædnavørum og fótbúnaði minkaður 18%.

t1