Fíggjarstøða
G Heil- og smásøla; umvæling av akførum
Fíggjarstøðan lýsir vinningsbýtið, umframt ogn og skuld hjá feløgum og fyritøkum við støði í roknskapum teirra.
Fyritøkur og feløg eru býtt í vinnugrein eftir sama slagi av framleiðsluvirksemi. Føroyska vinnugreinabólkingin er grundað á altjóða NACE-vinnugreinaflokkingina, tó við ávísum tillagingum soleiðis at til dømis alivinnan, ið er lutfalsliga stór vinna í Føroyum, kann eyðmerkjast fyri seg.
Orðalýsingar:
- Ognin verður bólkað í hesar undirbólkar:
- Støðisogn
- Immateriell støðisogn
- Materiell støðisogn
- Fíggjarlig støðisogn
- Ogn í umferð
- Vørugoymsla
- Áogn
- Tøkur peningur
- Støðisogn
- Skuldin verður bólkað í hesar undirbólkar:
- Eginogn
- Partapeningur
- Grunnar
- Fluttur vinningur
- Skuld
- Avsetingar
- Langfreistað skuld
- Stuttfreistað skuld
- Eginogn
- Vinningsbýtið er tann parturin av úrsliti felagsins, ið verður fluttur til eigarar felagsins.
- Nettoíløgur í árinum er munurin ímillum til- og frágongd av íløgum.
ALTJÓÐA VINNUGREINAFLOKKINGIN NACE
Í hagtalsgrunninum eru fyritøkur býttar í vinnugreinabólkar eftir sama slag framleiðsluvirksemi. Føroyska vinnugreinabólkingin er grundað á altjóða NACE-vinnugreinaflokkingina, tó við ávísum tillagingum soleiðis at til dømis fiskivinnan, ið er lutfalsliga stór vinna í Føroyum, kann eyðmerkjast fyri seg.
Dømi:
A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða - NACE 1. stig, Bólkar
A03 Fiskiveiða og aling - NACE 2. stig, Deildir
A03.1 Fiskiveiða - NACE 3. stig, Flokkar
A03.11 Fiskiveiða - NACE 4. stig, Vinnugreinar, altjóða stig
A03.11.10 Feskfiskiveiða - NACE 5. stig, Vinnugreinar, føroysk greining
-
Talva í grunninum