KT-trygdarpolitikkur

KT-trygdarpolitikkurin hjá Hagstovu Føroya lýsir yvirskipað, hvussu stovnurin verjir upplýsingar og KT-skipanir. KT-trygdarpolitikkurin setir karmar fyri, hvussu stovnurin umsitur KT-trygd í samsvari við góðan fyrisitingarsið, lógarkrøv, dátuvernd og aðrar viðkomandi ásetingar.

KT-trygd er ein fortreyt fyri áliti á Hagstovu Føroya sum evsti hagtalsmyndugleikin í landinum. Ognir stovnsins – bæði upplýsingar, KT-skipanir og amboð – skulu verða vard móti óheimilaðari atgongd, missi, broyting og oyðilegging.

 

Endamál

Endamálið við KT-trygdarpolitikkinum er at:

  • Tryggja, at upplýsingar hjá Hagstovu Føroya varðveita trúnað, rættleika og atgeingi,
  • áseta yvirskipaðar leiðreglur fyri verju av upplýsingum og KT-skipanum,
  • tryggja, at Hagstova Føroya arbeiðir við eini váðagrundaðari tilgongd til KT-trygd,
  • stuðla undir ábyrgd, góðum arbeiðsháttum og tryggum atburði hjá starvsfólkum og samstarvsfeløgum.

Virkisøki

KT-trygdarpolitikkurin fevnir um:

  • allar upplýsingar, sum Hagstova Føroya eigur ella umsitur,
  • allar KT-skipanir, dátugrunnar, net, amboð og útgerð hjá stovninum,
  • øll starvsfólk óansæð setanartreytir, t.e. fastsett, tímalønt ella tíðaravmarkað verkætlanarsett starvsfólk,
  • uttanhýsis veitarar og samstarvsfelagar, sum hava atgongd til KT-skipanir ella upplýsingar hjá Hagstovu Føroya.

Trygdartilvit og ábyrgd

1. STARVSFÓLK

Øll starvsfólk hava ábyrgd av at:

  • verja upplýsingar hjá Hagstovu Føroya móti óheimilaðari atgongd og misnýtslu,
  • fylgja galdandi leiðreglum og vegleiðingum um KT-trygd,
  • boða frá møguligum trygdarhendingum og hóttanum uttan óneyðugt drál.

Hagstovan ger starvsfólk tilvitað um ábyrgdina gjøgnum leiðreglur, kunning og upplæring.

2. UTTANHÝSIS SAMSTARVSFELAGAR

Samstarvsfelagar og veitarar skulu:

  • fylgja teimum trygdarkrøvum, sum Hagstova Føroya setir,
  • hava avtalu (t.d. SLA ella dátuviðgerðaravtalu), sum tryggjar nøktandi trygdarstøði,
  • tryggja, at egið starvsfólk fylgir krøvum í avtalum um trúnað, dátuvernd og KT-trygd.

Trygdarásjóonarmið og leiðreglur

Hagstova Føroya leggur dent á:

  • Váðagrundaða tilgongd: Trygdarráð, regluligar váðametingar og endurskoðanir tryggja, at trygdarstøðið er hóskandi.
  • Atgongdarstýring: Starvsfólk hava einans atgongd til upplýsingar og skipanir, sum eru neyðugar fyri, at ein kann fremja sítt arbeiði.
  • Dátuvernd og lógargrundarlag: Allar viðgerðir fylgja dátuverndarlóg og øðrum viðkomandi ásetingum.
  • Fyribyrging og viðgerð av trygdarhendingum: Tiltøk skulu tryggja, at hóttanir verða staðfestar og viðgjørdar uttan drál.
  • Viðlíkahald av skipanum og skjølum: Trygdarleiðreglur og tilbúgvingarætlanir verða regluliga dagførdar.
  • Krøv til veitarar: Veitarar skulu uppfylla trygdarkrøv hjá Hagstovu Føroya.

Hagstova Føroya arbeiðir í samsvari við leiðreglur og góðar siðvenjur innan KT-trygd, herímillum ISO 27001-standardin sum yvirskipaða rammuverkið.

Brot á trygdini

Um starvsfólk gerst varugt við møguligt brot ella hóttan, skal hetta beinanvegin fráboðast til ábyrgdarhavandi KT-trygdarfólk ella leiðslu.

Brot á leiðreglur kunnu vikna um KT-trygdini og føra til revsitiltøk sambært galdandi reglum.

Tilbúgving og rakstrartyrgd

Hagstova Føroya hevur:

  • tilbúgvingarætlan,
  • mannagongdir fyri handfaring av óvæntaðum hendingum,
  • tiltøk fyri at tryggja framhaldandi rakstur og at upplýsingar og skipanir kunnu endurskapast.

Tilbúgvingarætlan verður royndarkoyrd regluliga fyri at tryggja, at stovnurin kann virka trygt, eisini undir óvanligum umstøðum.

Stýring og eftirlit

  • Stjórin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av KT-trygdini.
  • KT-trygdarráðið fevnir um stjóran, KT-leiðaran og starvsfólk á KT-deildini, sum er serfrøðingur innan KT-trygd og sum hevur dagligu innanhýsis umsitingina av KT-trygd undir hond. Ráðið samstarvar um stýring, eftirlit og menning av trygdararbeiðinum.
  • Hagstovan hevur harumframt eitt uttanhýsis dátuverndarfólk (DPO), ið er serfrøðingur í spurningum um vernd av persónsupplýsingum og ráðgevur stovninum á hesum øki.
  • KT-trygdarpolitikkurin er alment tøkur.

Endurskoðan

KT-trygdarpolitikkurin verður:

  • endurskoðaður í minsta lagi eina ferð um árið,
  • dagførdur, tá broytingar í lóggávu, tøkni ella váðastøðu krevja tað,
  • góðkendur av stjóra og KT-trygdarráðið stovnsins,

Gildiskoma

KT-trygdarpolitikkurin kemur í gildi, tá hann er góðkendur av stjóra og KT-trygdarráði á Hagstovu Føroya og almannakunngjørdur á hagstova.fo.

KT-trygdarpolitikkin sum PDF

Tú kanst taka KT-trygdarpolitikkin hjá Hagstovu Føroya niður sum PDF-fílu her

Tak niður