Rakstur

R List, undirhald og ítróttir

Hagtølini fevna um allar fyritøkur, sum eru partur av geiranum ikki-fíggjarlig feløg, tó undantikið kvasifyritøkur, so sum Apoteksverkið og Rúsdrekkasøla Landsins. Einstaklingavirkir, Fa., eru ikki partur av hesi uppgerðini, tí tey eru partur av húsarhaldsgeiranum.

Orðalýsingar: 

  • Ársúrslit er árligi munurin millum rakstarinntøkur og rakstrarútreiðslur. Ársúrslitið er roknað uttan kapitalpartar fyri at tryggja at ongar dupultteljingar eru og gevur hetta eina neyvari mynd av virkseminum í einstøku vinnugreinunum.
  • Kapitalpartar eru frá dótturfeløgum og/ella atknýttum feløgum.
  • Tal av feløgum er talið av feløgum, ið Hagstova Føroya metir eru aktivar í árinum og eru partur av geiranum ikki-fíggjarlig feløg.
  • Virðisøking verður gjørd upp eftir hesum leisti: 
    • + 04 Rakstrarinntøkur
    • - 10 Handilsvørunýtsla
    • - 11 Framleiðslukostnaður
    • - 12 Sølu- og flutingskostnaður
    • - 13 Fyrisitingarkostnaður

ALTJÓÐA VINNUGREINAFLOKKINGIN NACE

Í hagtalsgrunninum eru fyritøkur býttar í vinnugreinabólkar eftir sama slag framleiðsluvirksemi. Føroyska vinnugreinabólkingin er grundað á altjóða NACE-vinnugreinaflokkingina, tó við ávísum tillagingum soleiðis at til dømis fiskivinnan, ið er lutfalsliga stór vinna í Føroyum, kann eyðmerkjast fyri seg.

Dømi: 

A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða  - NACE 1. stig, Bólkar 

A03 Fiskiveiða og aling - NACE 2. stig, Deildir

A03.1 Fiskiveiða - NACE 3. stig, Flokkar

A03.11 Fiskiveiða - NACE 4. stig, Vinnugreinar, altjóða stig

A03.11.10 Feskfiskiveiða - NACE 5. stig, Vinnugreinar, føroysk greining

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: NACE, 1. stig, bólkar
Viðm.: NACE, 1. stig, bólkar
Viðm.: NACE, 1. stig, bólkar