Tilfarsstreymar

Uppgerðin av tilfarsnýtslu verður á enskum kallað Economy-wide Material Flow Accounts (EW-MFA). Uppgerðin lýsir materiella samanhangin millum búskapin og umhvørvið og flutningin av tilfari millum føroyska búskapin og aðrar búskapir.

Tilfar í føroyska búskapinum kemur inn sum innflutningur ella beinleiðis úr føroysku náttúruni. Nakað av tilfari verður útflutt, meðan tað sum eftir er, verður brúkt í føroyska búskapinum. 

Úr føroysku náttúrini telur bert tilfeingi við, sum kemur beinleiðis úr náttúruni, til dømis veiddur fiskur, grót og gras. Fyri ikki at telja sama tilfar við fleiri ferðir, verður eitt nú seyður og alifiskur ikki tikin við, tí hesi brúka innflutt tilfar og føroyskt tilfeingi.

Tilfarsstreymar:

  • Føroysk tilfeingisnýtsla er tað, sum veður tikið burtur úr føroysku náttúruni. Tær størstu nøgdirnar stava frá fiski úr havinum og gróti úr grótbrotum. Eisini eru mett tøl fyri velt grønmeti, stráfóður og bit.
  • Inn- og útflutningur er samlaði inn- og útflutningurin úr útlondum í tonsum. Allar vørur verða flokkaðar eftir, hvørjum tilfari tær (mest) eru gjørdar úr. T.d. verða bilar flokkaðir sum “2.3 Aðrar framleiðslur úr metali”.
  • Beinleiðis nýtsla er tilfar, sum fer inn í føroyska búskapin, antin beinleiðis úr føroysku náttúruni ella innflutt tilfar.
  • Innlendis tilfarsnýtsla er tilfar, sum fer inn í búskapin (beinleiðis nýtsla) frádrigið tilfar, sum fer úr búskapinum sum útflutningur.
  • Tilfarshandilsjavni er innflutt tilfar frádrigið útflutt tilfar.

Tilfarið verður flokkað í hesar høvuðsbólkar:

  • Lívmegn (biomassi), sum er lívfrøðiligt tilfar. Hetta er t.d. fiskur, gras, grønmeti, timbur o.a.
  • Metalkend steinsløg, sum eru vørur, har mesta tilfari er metalkent. Hetta er eitt nú maskinur, bilar, súkklur o.l.
  • Ikki-metalkend steinsløg, ið eru vørur so sum grót, sandur og byggitilfar, sum ikki er jarn ella træ o.l.
  • Lívrunnið brennievni, er eitt nú brenniolja og bensin.
  • Aðrar framleiðslur, eru vørur har tilfarið er blandað
  • Burturkast

Sí meira um innlendis tilfarsnýtslu-ávísan hjá Føroyum og øðrum londum á SDG síðuni 

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Nettoinnflutningur er positivur