Gransking og menning

Gransking og menning á royndarstigi (G&M) (en: research and experimental development) er skapandi og skipað arbeiði, hvørs endamál er at skapa nýggja vitan og at finna nýggjar hættir at brúka tøka vitan.
Hesar fimm høvuðstreytir skulu lúkast, fyri at virksemi skal metast at vera gransking og menning á royndarstigi:

1. Nýtt: miðar eftir at skapa nýggja vitan.

2. Skapandi: grundað á nýggj hugtøk, uppskot ella vísindalig ætl (hypotesur). Sostatt eru regluligar mannagongdir sum t.d. dagføringar og viðlíkahald av ritbúnaði ikki G&M-virksemi.

3. Óvist: tá ið farið verður undir eina G&M-verkætlan, ber ikki til at gera greiðar niðurstøður viðvíkjandi úrsliti ella kostnaði frammanundan.

4. Skipað: verður útint á ein skipaðan hátt, har bæði tilgongd (en: process) og úrslit verða skrásett. Verkætlanin skal hava eitt greitt endamál og fígging skal vera eyðmerkt og tøk.

5. Endurskapan: verkætlanin skal vera skjalfest til egna ella almenna nýtslu, soleiðis at hon møguliga kann endurtakast av øðrum granskarum og geva sama úrslit.

Orðalýsingar:

  • GERD er samlaðu innlendis útreiðslurnar til gransking og menning (en: gross domestic expenditure on R&D). GERD – serliga GERD, sum %-partur av BTÚ – er høvuðsávísin fyri altjóða samanbering av gransking og menning.

    GERD fevnir um samanløgdu útreiðslurnar fyri alla gransking og menning, ið er framd innanlands í ávísum tilvísingarskeiði. T.e. allar útreiðslur fyri gransking og menning, ið er framd í teimum fýra geirunum, eisini við útlendskari fígging (frá uttanlandsgeiranum). Hinvegin fevnir GERD ikki um G&M, ið er framd uttanlands, hóast hendan kann vera framd av føroyskum granskarum ella við føroyskari fígging.

  • Innanveggja (en: intramural) lýsir at tað einans er gransking og menning, framd av eindini sjálvari, sum er tald við. Fígging og keyp av gransking og menning (en: funding for and extramural R&D), verður ikki tald við. Soleiðis verður tryggjað at onki verður talt við tvær ferðir.

  • % av BTÚ eru útreiðslur til G&M, sum %-partur av bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum.

  • BTÚ er mát fyri virðið á framleiðsluni í landinum eitt ávíst tíðarskeið. Framleiðslan er sett saman av tilfarsnýtslu, arbeiðsmegi og framleiðslutólum, og burtur úr henni fáast vørur og tænastur av øllum slag.

  • BTÚ gjørt upp í ársins prísum merkir, at BTÚ er mátað í teimum prísum, sum keypt og selt er fyri í ávísa árinum. 

  • Slag Av G&M
    • Grundgransking fevnir um royndir og ástøðiligt arbeiði, hvørs fremsta mál er at útvega nýggja vitan um grundarlagið undir fyribrigdum og sjónligum sannroyndum, uttan nakra ávísa nýtslu í huga.
    • Nýtslugransking fevnir um upprunaligar kanningar, sum miða eftir at útvega vitan at nýta til ávíst endamál ella ætlan.
    • Menningararbeiði fevnir um skipað arbeiði, ið byggir á vitan frá gransking og royndum til at framleiða nýggjar vørur og tilgongdir ella betra verandi vørur ella tilgongdir.

Altjóða mát:

  • BERD: Innanveggjað G&M framd av vinnufeløgum (en: Business enterprises), stytt BE.

  • GOVERD: Innanveggjað G&M framd av almenna geiranum (en: Government), stytt GOV.

  • HERD: Innanveggjað G&M framd av hægri útbúgvingarstovnum (en: Higher education), stytt HE.

  • PNPERD: Innanveggjað G&M framd av privatum felagskapum (en: private non-profit), stytt PNP

 

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betur
Viðm.: Privatir felagskapir hvørki fíggjaðu ella framdu G&M í 2022