Ríkisfyrisiting og tænasta

Ríkisfyrisiting og tænasta fevnir um ríkisstovnar í Føroyum, millum annað løgregluna, Føroya rætt og ríkisumboðið. Arktisk Kommando Færøerne verður ikki roknað sum stovnslig eind í føroyska búskapinum og er tí uttan fyri uppgerðina.

Ríkisfyrisiting er undirgeiri í geiranum Almenn fyrisiting og tænasta. Hinir undirgeirarnir eru:

Orðalýsingar

  • Fíggjarkravið, netto, verður eisini nevnt fíggjarliga uppsparingin. Negativt fíggjarkrav, netto, fyri eitt tíðarskeið merkir, at tøka inntøkan er ov lítil til at gjalda nýtslu og íløgur í tíðarskeiðinum. Tá ið einihvørji viðskifti altíð eru fíggjað, er negativt fíggjarkrav tað sama sum lántøka.
  • Bruttotjóðarúrtøkan, ið er gjørd upp í marknaðarprísum, er mát fyri virðisskapanina samanlagt í einum tíðarskeiði.
  • Bruttoíløgur fevna um fastar bruttoíløgur í støðisogn, broytingar í goymslu og útvegan av virðislutum, netto

 

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri