Hagvík (Legobygdin)

Hagvík er ein lítil føroysk legobygd, sum tekur pulsin á føroyska samfelagnum. Bygdin er ein pinkumynd við kendum húsum og bygningum úr øllum Føroyum.

Í turru tølunum finna vit lív og søgur um verulig fólk. Hagtøl eiga tí at upplivast. Lívið í lítlu føroysku bygdini er hendingaríkt. Smáu býlingarnir eru fullir av søgum um lív og fólk, ið verða stuðlaðar av viðkomandi hagtølum á smáum skermum - beinleiðis úr hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni.

Bygdin skal kveikja áhugan fyri týdninginum, ið hagtøl hava. Hagvík er eitt hugskot, sum er sniðgivið og ment á Hagstovu Føroya.

Hagvík varð fyrstu ferð bygd í 2017 og hevur vitjað í føroysku fólkaskúlunum seinastu árini. Nú var tíð at gera nýggja útgávu av Hagvík. Lego-snillingurin Helgi Toftegaard hevur saman við sínum toymi bygt spildurnýggju útgávuna. 

Skúlar kunnu læna Hagvík við at skriva til okkara á hagstova@hagstova.fo