Javnvirðisinntøka

Javnvirðisinntøka er ein umroknað inntøka hjá hvørjum einstøkum við atliti at vaksnum og børnum í húskinum. Øll í húskinum, børn og vaksin, fáa tillutað somu javnvirðisinntøku.

Javnvirðisinntøkan verður roknað, tí inntøkan hjá húskinum sigur meiri um, hvørjar nýtslumøguleikar tey einstøku í húskinum hava, enn inntøkan hjá tí einstaka. Eitt stórt húski má hava størri samlaða inntøku enn eitt lítið, tí tað kostar meiri at uppihalda einum stórum húski. Men samstundis eru eisini fyrimunir í einum stórum húski. Eitt húski við fimm fólkum skal ikki rinda alt fimm ferðir (t.d. orku, hvítvørur, o.s.fr.).

Tá javnvirðisinntøkan verður roknað, verða persónarnir í húskinum vigaðir ymiskt. Tann fyrsti vaksni telur 1, næsti vaksni telur 0,5 og børn undir 14 ár telja 0,3.

Orðalýsingar:

Sí eisini Samlað inntøka, Tøk inntøka, Inntøkubýti og Fátækraváði.

Roknidømi:

Vit hava tvey húski:

Húski 1, er ein persónur, við eini tøkari inntøku á 200.000 krónur.
Húski 2, er eitt húski við tveimum vaksnum og tveimum børnum. Húski hevur eina tøka inntøku á 420.000 kr.

Í húski 1 er bara ein persónur og tí hevur hann eina javnvirðisinntøku upp á 200.000 kr.
Í húski 2 eru fleiri persónar og tí skal skal tøka inntøkan vigast (1 fyri fyrsta vaksna, 0,5 fyri næsta og 0,3 fyri hvørt barnið ) fyri at fáa javnvirðisinntøkuna hjá hvørjum persóni. Hetta verður roknað við at býta samlaðu tøku inntøkuna hjá húskinum 420.000 kr. við 2,1 (1+0,5+0,3+0,3) tað gevur 200.000 kr.

Sostatt eru persónarnir í báðum húskjunum í somu støðu og hava somu nýtslumøguleikar – hjá øllum er javnvirðisinntøkan 200.000 kr.
Øll í húskinum, børn og vaksin, fáa tillutað somu javnvirðisinntøku.

Viðmerking:

Orsøkin til at uppgerðin um javnvirðisinntøkuna eru eitt gott ár afturút er, at skattaskráin hjá TAKS, sum er grundarlagið undir inntøkuuppgerðini, ikki er liðugt uppgjørd fyrr enn gott og væl eitt ár eftir uppgerðarárið.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri