Starvsfólk í Eysturoyar øki
- Uppgerðin um starvsfólk hjá Hagstovu Føroya fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri og sum í mánaðinum fáa løn svarandi til 4 tímar um mánaðan ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS).
- Persónar í fyribils fráveru telja eisini við, óansæð um teir fáa løn ella ikki (sum til dømis sjúkufarloyvi, barsilsfarloyvi ella avspáking)
- Bústaðarøki er øki, har starvsfólkið býr.
Orðalýsingar:
- Starvsfólk (høvuðstarv): Samlað tal av persónum í starvi. Starvið tekur støði í hvar persónurin fær størstu lønina frá. Ein persónur telur bert einaferð.
- Høvuðs- og hjástørv: Samlað tal av størvum. Ein persónur kann telja fleiri ferðir, men bert einaferð fyri hvønn arbeiðsgevara.
- Hjástørv: Samlað tal av hjástørvum, tvs. øll størv uttan høvuðsstarvið (har ein fær størstu løn). Ein persónur kann telja fleiri ferðir, men bert einaferð fyri hvønn arbeiðsgevara.
- Størv tvørturum vinnugreinar: Samlað tal av starvsfólki tá hjástørv eisini telja við. Ein persónur kann bert telja einaferð í hvørjari vinnugrein/geira, men kann gott telja við í fleiri ymiskum.
- Arbeiðsgevarar: Tal av arbeiðsgevarum. Teir telja bert einaferð, har sum teirra størsta virksemi er.
- Geiri: Stovnsligir geirar eru settir saman av eindum og flokkaðir eftir eins búskaparligari atferð treytað av, um framleiðsla av vørum og tænastum er til marknað ella ikki, um talan er um almennan ella privatan ognarskap, umframt slag av framleiðslu. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat. Í hagtølunum um lønir og starvsfólk eru geirar bólkaðir á ein einfaldari hátt enn í flokkingini. Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir eru bólkaði saman og hareftir býtt eftir um tað er undir almennum, privatum ella útlendskum ræði. Almenn fyrisiting og tænasta er óbroytt, og býtt sundur í landsfyrisiting og tænastu, ríkisfyrisiting og tænastu, kommunufyrisiting og tænastu og sosialir trygdargrunnar. 'Umheimurin' er geiri fyri seg, sum her er bólkaður saman við ókendum geira, um nakar slíkur er. Tá starvsfólkatølini verða útgreinaði í talvur og grafar, verður geiri ofta lýstur eftir hvørjum ræði arbeiðsgevararnir eru undir:
- "Undir almennum ræði" fevnir um "Almenn fyrisiting og tænasta" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir almennum ræði"
- "Undir privatum ræði" fevnir um "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir privatum ræði" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir útlendskum ræði" + "Umheimurin og ógreinað"
- Høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara: Høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevaranum, sum útgoldna lønin kemur frá. Ein arbeiðsgevari verður bólkaður í høvuðsvinnugrein eftir hvar størsta virksemi er skrásett. Í teimum førum, har ein persónur fær løn frá fleiri arbeiðsgevarum, verður høvuðsvinnugrein sett til tann arbeiðsgevara, ið hevur goldið størstu upphæddina. Høvuðsvinnugrein er ikki neyðturviliga sama vinnugreinin, sum persónurin arbeiðir í, eftirsum ein arbeiðsgevari kann hava fleiri vinnugreinar. Høvuðsvinnugrein er bygt á altjóða flokkingina NACE rev. 2. Fyrsta og annað stig í flokkingini eru beinleiðis sambærlig. Á triðja stigi eru nakrar útvaldar undirvinnugreinar býttar sundur afturat, fyri at lýsa føroysk viðurskifti sum best. Tilsamans eru 93 vinnugreinar á triðja stigi.
Sí eisini Starvsfólk.
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betur
-
Talva í grunninum
Viðm.:
Sí orðalýsingina ovast um "geira" fyri lýsing av "ræði".
Viðm.:
Ein arbeiðsgevari verður bólkaður í høvuðsvinnugrein eftir hvar størsta virksemi er skrásett. Høvuðsstarvið tekur støði í tí arbeiðsgevara har persónurin fær størstu lønina frá. Vinnugreinarnar "B Námsvinna og grótbrot", "D EL-, gass- og fjarhitaveiting", "E Vatnveiting; kloakkir og ruskviðgerð", "T Húsarhald við starvsfólki; framleiðsla til egna nýtslu", "U Virksemi hjá altjóða felagskapum" og "X Virksemi ikki upplýst" eru ikki við í hesi talvuni. Tølini eru trúnaðarvard, tí undir tríggir arbeiðsgevarar eru í nevndu vinnugreinum. Starvsfólkini haðani telja tó við í tilsamans.
Viðm.:
Hjástørv eru øll størv uttan høvuðsstarvið (har ein fær størstu løn). Ein persónur kann telja fleiri ferðir, men bert einaferð fyri hvønn arbeiðsgevara.
Viðm.:
Sunda kommuna er við í bæði Eysturoyar øki og í Norðstreymoyar øki. Tískil er tilsamans í hesari talvu hægri enn starvsfólkatalið í økinum.