Starvsfólk
Starvsfólk sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Sambært ILO er eitt starvsfólk ein persónur í arbeiðsførum aldri, sum í styttri tíðarskeiði hevur verið í starvi hjá arbeiðsgevara og hevur framleitt vørur ella veita tænastur fyri løn. Hetta fevnir um:
a) persónar í starvi, sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum (ofta sett til at vera 1 vika)
b) persónar í starvi, men eru fyribils úr arbeiði (sum til dømis sjúkufarloyvi, barsilsfarloyvi ella avspáking).
Hvussu verða starvsfólk uppgjørd hagfrøðiliga?
Keldan til starvsfólk eru mánaðarligar A-skattaðar lønir ígjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS). Í samsvar við altjóða mátið, sum er 1 tíma um vikuna, er mánaðarliga lønarmarkvirðið roknað sum 4 tímalønir hjá einum arbeiðsfólki, av tí tað eru umleið fýra vikur í einum mánaði. Tímalønin er sett sum minstuløn + frítíðarløn efir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.Tað merkir, at um mánaðarliga lønin er lægri enn markið, telur persónurin ikki við sum starvsfólk tann mánaðan. Sambært Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, kunnu børn yngri enn 13 ár ikki verða sett í arbeiði, og er tískil sett sum niðara aldursmark í hagtølunum.
Við støði í hesum fevnir uppgerðin um starvsfólk hjá Hagstovu Føroya um persónar, ið eru 13 ár ella eldri og sum í mánaðinum fáa løn svarandi til 4 tímar um mánaðan ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS). Harafturat telja persónar í fyribils fráveru eisini við, sjálvt um teir fáa løn ella ikki.
Orðalýsingar:
- Trendurin: Lýsir rákið við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.
- Árstíðarjavnað: Hagtøl verða reinsað fyri árstíðarfrávik, sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðar kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.
- Starvsfólk (høvuðstarv): Samlað tal av persónum í starvi. Starvið tekur støði í hvar persónurin fær størstu lønina frá. Ein persónur telur bert einaferð.
- Høvuðs- og hjástørv: Samlað tal av størvum. Ein persónur kann telja fleiri ferðir, men bert einaferð fyri hvønn arbeiðsgevara.
- Hjástørv: Samlað tal av hjástørvum, tvs. øll størv uttan høvuðsstarvið (har ein fær størstu løn). Ein persónur kann telja fleiri ferðir, men bert einaferð fyri hvønn arbeiðsgevara.
- Størv tvørturum vinnugreinar: Samlað tal av starvsfólki tá hjástørv eisini telja við. Ein persónur kann bert telja einaferð í hvørjari vinnugrein/geira, men kann gott telja við í fleiri ymiskum.
- Arbeiðsgevarar: Tal av arbeiðsgevarum. Teir telja bert einaferð, har sum teirra størsta virksemi er.
- Geiri: Stovnsligir geirar eru settir saman av eindum og flokkaðir eftir eins búskaparligari atferð treytað av, um framleiðsla av vørum og tænastum er til marknað ella ikki, um talan er um almennan ella privatan ognarskap, umframt slag av framleiðslu. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat. Í hagtølunum um lønir og starvsfólk eru geirar bólkaðir á ein einfaldari hátt enn í flokkingini. Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir eru bólkaði saman og hareftir býtt eftir um tað er undir almennum, privatum ella útlendskum ræði. Almenn fyrisiting og tænasta er óbroytt, og býtt sundur í landsfyrisiting og tænastu, ríkisfyrisiting og tænastu, kommunufyrisiting og tænastu og sosialir trygdargrunnar. 'Umheimurin' er geiri fyri seg, sum her er bólkaður saman við ókendum geira, um nakar slíkur er. Tá starvsfólkatølini verða útgreinaði í talvur og grafar, verður geiri ofta lýstur eftir hvørjum ræði arbeiðsgevararnir eru undir:
- "Undir almennum ræði" fevnir um "Almenn fyrisiting og tænasta" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir almennum ræði"
- "Undir privatum ræði" fevnir um "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir privatum ræði" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir útlendskum ræði" + "Umheimurin og ógreinað"
- Høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara: Høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevaranum, sum útgoldna lønin kemur frá. Ein arbeiðsgevari verður bólkaður í høvuðsvinnugrein eftir hvar størsta virksemi er skrásett. Í teimum førum, har ein persónur fær løn frá fleiri arbeiðsgevarum, verður høvuðsvinnugrein sett til tann arbeiðsgevara, ið hevur goldið størstu upphæddina. Høvuðsvinnugrein er ikki neyðturviliga sama vinnugreinin, sum persónurin arbeiðir í, eftirsum ein arbeiðsgevari kann hava fleiri vinnugreinar. Høvuðsvinnugrein er bygt á altjóða flokkingina NACE rev. 2. Fyrsta og annað stig í flokkingini eru beinleiðis sambærlig. Á triðja stigi eru nakrar útvaldar undirvinnugreinar býttar sundur afturat, fyri at lýsa føroysk viðurskifti sum best. Tilsamans eru 93 vinnugreinar á triðja stigi.
- Bústaðarøki: Øki har starvsfólkið býr.
- Ríkisborgaraskapur: Ríkisborgaraskapur er bólkaður í heimspartar og øki. Um ríkisborgaraskapurin fevnir um fleiri lond innan sama ríki, tekur ríkisborgaraskapurin støði í tí landinum, sum hevur flest íbúgvar í ríkinum. Til dømis er Grønland bólkað til Norðurevropa, tí tey hava danskan ríkisborgaraskap, sjálvt um tað landafrøðiliga hoyrir til Norðuramerika.
- Bústaðartilknýti: Hevur starvsfólkið bústaðartilknýti til Føroyar ella ikki. Fyri at hava bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum
Sí eisini síðurnar Arbeiðsmegi, Arbeiðsloysi og Løn (A-skattað).
-
Talva í grunninum