Arbeiðsmegi, kanning
Tann árliga kanningin av arbeiðsmegini verður framd eftir altjóða leisti í samsvar við leiðreglurnar hjá International Labour Organisation (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Hetta ger at føroysku tølini eru sambærlig við onnur lond í hagtalsgrunninum hjá Eurostat.
Hagfrøðiliga endamálið við kanningini er at bólka persónar eftir, um tey vóru virkin í einum stuttum tilvísingartíðarskeiði. Persónarnir verða bólkaðir í tríggjar ymiskar bólkar:
- Í arbeiðsmegini eru tey, sum kunnu veita arbeiðsmegi.
- Arbeiðsvirkin eru persónar, sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum fyri løn, vinning ella feingi. Hetta fevnir um starvsfólk, vinnurekandi og tey fyribils úr arbeiði (sum til dømis sjúkufarloyvi, barsilsfarloyvi ella avspáking).
- Arbeiðsleys eru persónar, sum í tíðarskeiðnum einki arbeiði høvdu, søktu arbeiði og vóru tøk at byrja innan 2 vikur.
- Ikki í arbeiðsmegini eru persónar, sum í tíðarskeiðinum hvørki vóru arbeiðsvirkin ella arbeiðsleys. Hesi verða eisini nevnd ‘óvirkin’.
Hvussu verður arbeiðsmegin uppgjørd hagfrøðiliga?
Altjóða leisturin fyrisetur at kanningin skal umfata allar persónar búsitandi í landinum í aldursbólkinum 15 til 74 ár. Í tí føroysku kanningini verða persónar bólkaðir sum arbeiðsvirknir ella arbeiðsleysir við støði í fullari teljing burtur úr almennum skráum, so sum landsfólkaskránni, samtíðarskattaskipanini, skattaendaskránni, mvg-skránni, arbeiðsloysisskipanini, og veitingar- og studningsskráum í almanna- og undirvísingarverkinum. Tey eftirverandi, á leið 9.500 óskrásettir persónar, verða bólkaði út frá eini stakroynd á 1.300 persónar, sum verða uppringd til spurnakanning. Kanningin verður gjørd seinast í november hvørt ár, har spurt verður um arbeiðsviðurskifti í vikuni, sum 15. november er í.
Áðrenn 2015 bygdu tølini ikki á skráir, men høvdu støði burturav í spurnakanningini, ið varð upproknað til fulla arbeiðsmegi.
Gev gætur at arbeiðsloysið í hesi kanningini kann ikki beinleiðis samanberast við hini arbeiðsloysistølini hjá Hagstovuni, ið eru grundað á skráir hjá arbeiðsloysistryggingini (ALS) og Almannaverkinum.
Orðalýsingar:
- Arbeiðsmegin eru fólk virkin á arbeiðsmarknaðinum og fevnir um tey arbeiðsvirknu og tey arbeiðsleysu.
- Fólkatalið í hesari uppgerð er talið av fólki í arbeiðsførum aldri (15-74 ár).
- Vinnutíttleiki er arbeiðsmegin í prosent av fólkatalinum í arbeiðsførum aldri (15-74 ár). Á enskum nevnt “activity rate”.
- Arbeiðsvirkin í % av fólkatalinum eru tey arbeiðsvirknu í prosent av fólkatalinum í arbeiðsførum aldri (15-74 ár). Á enskum nevnt “employment rate”.
- Arbeiðsloysi er arbeiðsleys í prosent av arbeiðsmegini.
- Feingi er vøru- ella gerðabýti ella annar ágóði, ið ikki er peningur.
- EA eru tey 20 londini, ið nýta evruna sum gjaldoyra (EA20, 2023).
- ES eru tey 27 londini í Evropasamveldinum (ES27, 2020).

-
Talva í grunninum