Arbeiðsmegi, kanning
13. mar 2026
Framvegis hægsta vinnutíttleika í Evropa

Í 2025 var vinnutíttleikin millum tey 15 til 74 ára gomlu 84 prosent, sum er hægst í Evropa. Munurin kemst serstakliga av, at Føroyar hava fleiri arbeiðsvirknar kvinnur í mun til onnur lond. Hjá monnum hava Føroyar nú næsthægsta vinnutíttleikan, beint eftir Ísland.
Uppgerðin av arbeiðsmegini er gjørd við støði í nýggjum háttalagi. Hagtølini eru endurskoðað aftur til 2015 við nýggja háttalagnum. Nýggja uppgerðin hevur við sær broytingar í hagtølunum, ið eru lýstar í kassanum niðast í greinini.

Í arbeiðsmegini eru tey, sum kunnu veita arbeiðsmegi. Arbeiðsmegin fevnir um arbeiðsvirkin - sum eru starvsfólk og  sjálvstøðug vinnurekandi - og arbeiðsleys. Vinnutíttleikin telur hvussu stórur partur av fólkinum er í arbeiðsmegini.

Ein stórur partur av fólkinum í Føroyum hevur tilknýti til føroyska arbeiðsmarknaðin. Í november 2025 var vinnutíttleikin 84 prosent í aldrunum frá 15 til 74 ár. Vinnutíttleikin hevur seinastu árini ligið støðugt millum 82 og 85 prosent. 

Vinnutíttleikin framvegis hægstur í Evropa

Árliga kanningin av arbeiðsmegini verður gjørd eftir altjóða leisti í samsvari við leiðreglurnar hjá International Labour Organisation (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Hetta ger føroysku tølini sambærlig við onnur lond, eitt nú við hagtøl hjá Eurostat, ið er hagtalsstovnurin í Evropasamveldinum.

Føroysku tølini eru frá fjórða ársfjórðingi í 2025. Eurostat hevur enn ikki gjørt arbeiðsmegina upp fyri hetta tíðarskeiðið. Fjórði ársfjórðingur frá 2024 verður tí nýttur til samaberingar. Orsøkin til at nýta fjórða ársfjórðing í 2024 (heldur nýggjari uppgjørd evropisk hagtøl, sum til dømis triðja ársfjórðing í 2025) er, at tey eru meira sambærlig orsaka av árstíðarbroytingum í arbeiðsmegini í londunum. Aldrarnir frá 15 til 74 ár er altjóða sambærliga aldursspennið, sum verður brúkt. 

Samanberingin vísir, at vinnutíttleikin í Føroyum framvegis er hægstur í Evropa. Næsthægstur er vinnutíttleikin í Íslandi, sum er 80 prosent. Í Føroyum og Íslandi er vinnutíttleikin munandi hægri enn í hinum Norðurlondunum. Soleiðis hevur støðan verið í nógv ár. Í Svøríki, Danmark og Noregi er vinnutíttleikin millum 73 og 74 prosent, meðan hann er 68 prosent í Finnlandi.

Sermerkt fyri vinnutíttleikan í Føroyum samanborið við onnur lond er, at munurin millum kynini er sera lítil. Kvinnurnar hava ein høgan vinnutíttleika. Vinnutíttleikin hjá kvinnum er 83,4 prosent hjá monnum er 84,7 prosent í Føroyum. Tað er ein munur 1,3 prosentstig. Til samanberingar eru munurin millum menninar og kvinnurnar meira enn 8 prosenstig í Íslandi, sum hevur næsthægsta vinnutíttleika í Evropa. 

Vinnutíttleikin hjá monnum í Føroyum er 84,7 prosent. Í Íslandi er hann 85,2 prosent, 78 prosent í Danmark og 71 prosent í miðal í ES. Íslendsku menninir hava hægsta vinnutíttleikan í Evropa við hálvum prosentstigi hægri enn føroysku menninir. 

Hjá føroysku kvinnunum er hann 83,4 prosent, meðan hann í Íslandi er 75 prosent, 71 prosent í Danmark og 61 prosent í ES. 

vinnutíttleiki

Sambærligu talvuna hjá Eurostat við fleiri londum finnur tú her.

Vinnutíttleikin stórur millum ung og eldri 

Vinnutíttleikin er hægri í nærum øllum aldursbólkum í Føroyum samanborið við Ísland, Danmark og ES. Munurin kemst serstakliga av, at fleiri kvinnur eru á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. 

Serliga millum ung og eldri er vinnutíttleikin høgur í Føroyum samanborið við onnur lond, og hetta er galdandi fyri bæði kvinnur og menn. Millum tey 15 til 19 ára gomlu er vinnutíttleikin 69 prosent í Føroyum. Í Íslandi er hann 70 prosent, í Danmark 57 prosent og 20 prosent í ES. Millum tey 65 til 69 ára gomlu er føroyski vinnutíttleikin 64 prosent. Hjá 70 til 74 ára gomlum er hann 30 prosent, sum er tvífaldað av vinnutíttleikanum í Íslandi og Danmark. 

Vinnutíttleikin hjá føroyskum kvinnum er væl oman fyri vinnutíttleikan í øðrum londum í øllum aldursbólkum. 

Hjá monnum er munur millum Føroyar og hini londini at síggja hjá teimum 20-24 ára gomlu og teimum eldru aldursbólkunum.  Í aldursbólkunum frá 25 árum og fram til 60 ár er vinnutíttleikin á leið tann sami sum í Íslandi, sum onkuntíð er hægri. Í yngsta aldursbólkinum liggja føroysku menninir 10 prosentstig undir íslendsku ungu monnunum. 

Talvuna hjá Eurostat við aldursbólkum finnur tú her.

 

Um arbeiðsmegikanningina

Árliga kanningin av arbeiðsmegini verður framd eftir altjóða leisti í samsvar við leiðreglurnar hjá International Labour Organisation (ILO) undir Sameindu Tjóðum (ST). Hetta ger føroysku tølini sambærlig við onnur lond, eitt nú í hagtalsgrunninum hjá Eurostat. Altjóða leisturin fyrisetur at kanningin skal umfata allar persónar búsitandi í landinum í aldursbólkinum 15 til 74 ár. Kanningin verður gjørd seinast í november hvørt ár og ásetur arbeiðsmegistøðuna fyri vikuna, sum 15. november er í.

Hagfrøðiliga endamálið við kanningini er at flokka persónar eftir, um tey vóru virkin í einum stuttum tilvísingartíðarskeiði. Flestu persónar verða flokkaðir sum arbeiðsvirknir ella arbeiðsleysir við støði í fullari teljing burtur úr almennum skráum. Á leið 9.500 persónar eru eftir, sum ikki kunnu flokkast. Av hesum verða 1.300 persónar tilvildarliga valdir at svara eini spurnakanning. Við støði í úrslitunum frá spurnakanningini og øðrum hagtalskeldum verða tey eftirverandi flokkaði.

Nýtt háttalag til uppgerðina av arbeiðsmegini

Eitt nýtt háttalag er ment fyri at gera eina neyvari uppgerð av føroysku arbeiðsmegini. Arbeiðsmegin er endurskoðað við nýggja háttalagnum aftur til 2015. Uppgerðin av arbeiðsmegin verður, eins og áður, í stóran mun gjørd við støði í skráum og spurnakanning fyri tann partin av fólkinum, sum ikki kann gerast upp úr skráum. 

Áður hevur hesin seinni parturin av fólkinum, sum verður gjørdur upp við spurnakanning, verið upproknaður eftir aldri, kyn og bústaðarøki. Av tí, at Hagstova Føroya hevur fleiri og betri skipaðar upplýsingar, ber nú at gera betri ein betri myndil fyri hendan partin av fólkinum. Myndilin tekur støði í nógv fleiri upplýsingum enn teimum trimum áður nevndu. Nýggi myndilin greinar svarini um arbeiðsstøðu frá spurnakanningini við støði í eitt nú inntøku (herundir løn og veitingar), húskissamanseting, útbúgving, bústaðartilknýti, lestrarstøðu, hjúnabandsstøðu, aldri, kyni og bústaðarøki. Teir upplýsingar, sum í árinum vísa seg at vera bestar at greina svarini um arbeiðsstøðuna, verða nýttir at gera hendan partin av fólkinum upp.

Broyting í hagtølunum

Endurskoðanin við nýggja háttalagnum hevur við sær, at hagtøl um arbeiðsmegina eru broytt nakað. Serliga er arbeiðsmegin minkað eitt vet og tey uttanfyri arbeiðsmegina eru vorðin fleiri. Sí munin millum gomlu og nýggju uppgerðina av arbeiðsmegini niðanfyri.

Hagtølini undan 2015 byggja ikki á skráir, men eru burturav gjørd við spurnakanning. Av somu orsøk eru hagtøl fyri hesi árini ikki endurskoðaði.

Orðalýsingar:

  • Arbeiðsmegin eru fólk, sum kunnu veita arbeiðsmegi. Hetta fevnir um tey arbeiðsvirknu og tey arbeiðsleysu.
  • Arbeiðsvirkin eru persónar, sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum fyri løn, vinning ella feingi. Hetta fevnir um starvsfólk, vinnurekandi og tey fyribils úr arbeiði (sum til dømis sjúkufarloyvi, barsilsfarloyvi ella avspáking).
  • Arbeiðsleys eru persónar, sum í tíðarskeiðnum einki arbeiði høvdu, søktu arbeiði og vóru tøk at byrja innan 2 vikur. 
  • Uttanfyri arbeiðsmegina eru persónar, sum í tíðarskeiðinum hvørki vóru arbeiðsvirkin ella arbeiðsleys. Hesi verða eisini nevnd ‘óvirkin’. 
  • Fólkatalið í hesari uppgerð er talið av fólki í arbeiðsførum aldri (15-74 ár).
  • Vinnutíttleiki er arbeiðsmegin í prosent av fólkatalinum í arbeiðsførum aldri (15-74 ár). Á enskum nevnt “activity rate”.
  • Arbeiðsvirkin í % av fólkatalinum eru tey arbeiðsvirknu í prosent av fólkatalinum í arbeiðsførum aldri (15-74 ár). Á enskum nevnt “employment rate”.
  • Arbeiðsloysi er arbeiðsleys í prosent av arbeiðsmegini.
  • EA eru tey 20 londini, ið nýta evruna sum gjaldoyra (EA20, 2023).
  • ES eru tey 27 londini í Evropasamveldinum (ES27, 2020).Dagføring av arbeiðsmegini