Pensjónistar
Pensjónistar eru fólk, ið fáa fólkapensjón ella fyritíðarpensjón. Harumframt kunnu tey, ið lúka treytirnar, fáa hjálparviðbót, røktarviðbót, persónliga viðbót og barnaviðbót.
Fólkapensjón verður tillutað í mun til tal av bústaðarárum í ríkinum, frá tí ein er 15-67 ár. Tað merkir, at ein hevur rætt til fulla pensjón, um ein hevur búði í ríkinum, Føroyum, Danmark og Grønlandi, í 40 ár. Hevur ein hinvegin búð t.d. 20 ár í ríkinum, fær ein hálva fólkapensjón, tí 20 ár eru helvtin av 40.
Hesi veitingarsløg eru:
- Fólkapensjón: kann tillutast 67 ára gomlum og eldri, sum lúka lógarlýstu treytirnar, og sum søkja um fólkapensjón.
- Fyritíðarpensjón: kann tillutast eftir umsókn og verður latin teimum við einum arbeiðsføri, ið er skert við eini helvt ella meiri enn tað. Tað eru trý veitingarsløg: lægsta, miðal og hægsta fyritíðarpensjón, umframt avlamisveitingar. Frá 67 ára aldri skiftir fyritíðarpensjón til fólkapensjón.
- Hjálparviðbót: kann tillutast fyritíðarpensjónistum, sum støðugt mugu hava persónliga hjálp frá øðrum, t.d. tey, ið eru blind ella sjónveik.
- Røktarviðbót: kann tillutast fyritíðarpensjónistum í staðin fyri hjálparviðbót, um tørvur er á varandi røkt ella støðugari umsjón, ið ger tað neyðugt, at onnur eru hjá alla tíðina.
- Persónlig viðbót: kann tillutast fyritíðar- og fólkapensjónistum við serliga ringum korum.
- Barnaviðbót: kann tillutast fyritíðar- og fólkapensjónistum, ið hava skyldu at uppihalda børnum undir 18 ár. Hetta er sama upphædd, sum einsamallir uppihaldarar fáa.
Orðalýsingar:
- Kynsbýtið er prosentbýtið millum mannfólk og konufólk
Øll tøl vera uppgjørd 1. desembur. Í 2014 eru tølini uppgjørd í oktobur, tí Almannaverkið legði um KT-skipan.
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betur