Fólkatal
10. nov 2020
Fólkavøksturin kemur ikki bara teim stóru men eisini teim smáu kommununum til góðar

Tann 1. oktober í ár var fólkatalið 52.756. Tað er vaksið við 827 fólkum ella við 1,6% í mun til somu tíð í fjør. Av kommununum var størsti vøksturin í Tórshavnar, Runavíkar, Eystur, Klaksvíkar, Nes, Kvívíkar, Vága, Eiðis, Sjóvar og Vágs kommunum. Lutfalsliga var eisini stórur vøkstur í Skopunar og Sands kommunum.

Ein fólkavøkstur á 827 ella 1,6% er bara eitt vet minni minni enn í undanfarna 12-mánaðarskeiðinum 2018/19, tá fólkatalið vaks við 860, svarandi til 1,7%. Munurin stendst av, at nettotilflytingin er nakað minni, sum sæst av talvuni niðanfyri.

"

Hetta árið hevur verið serstakt, og nógvar umstøður eru munandi broyttar, síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi í vár. Tó er ilt at siga, um tað er nøkur avgerandi broyting í gongdini í fólkatalinum. Hóast nettotilflytingin er minkað nakað, er munurin tó ikki so stórur, at tað sæst aftur í trendinum, sum vísir langtíðargongdina í rákinum.

"

Flytingin millum Føroyar og útlond

Tann mest avgerandi tátturin í gongdini í føroyska fólkatalinum er flytingin millum Føroyar og útlond. Síðstu 6-7 árini hava vit sæð, at støðugt fleiri flyta til Føroya og færri flyta úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt stórt og vaksandi íkast til fólkavøksturin. Hendan gongdin er broytt nakað síðsta árið. Tilflytingin er framvegis stór, men økist ikki longur, heldur minkar eitt lítið sindur. Fráflytingin heldur tó enn fram við at minka sum árini frammanundan.

"

Framhaldandi stórt burðaravlop

Í mun til 2019 hevur føðitalið verið nakað tað sama í ár. Samanbera vit síðsta 12-mánaðarskeiðið við tað undanfarna, sæst at føðitalið er minkað nakað úr 683 í 664. Tað eru 19 børn færri. Hinvegin minkar talið av deyðum við 31, so úrslitið av hesum, burðaravlopið, veksur úr 282 upp í 294. Tá burðaravlopið var upp á tað minsta fyri 8-9 árum síðani, var tað umleið 200 og er vaksið spakuliga síðani.

 

"

Størsti fólkavøkstur í Eysturoy, Streymoyar- og Sandoyarøkinum

Verður hugt at fólkavøkstrinum úti um landið, er hann størstur í Eysturoy og Tórshavnarøkinum við 2% hvør, í Streymoyarøkinum uttan fyri høvuðsstaðin við 1,8 og í Sandoyarøkinum við 1,7%. Hinvegin er vøksturin í Norðoyggjum 0,8% ella hálvt so stórur sum miðal fyri alt landið. Í Vágaøkinum og í Suðuroy er vøksturin ávikavist 0,4 og 0,3%.

"

Í myndini niðanfyri sæst gongdin týðiliga síðstu 7 árini: tað er í miðøkinum - Eysturoy, Tórshavnarøkið og Vágar - har fólkatalið er vaksið skjótast hetta tíðarskeiðið, hóast ferðin er minkað í Vágum seinastu mánaðirnar. Síðani koma Streymoyarøkið annars og Norðoyggjar. Sandoyarøkið og Suðuroy hava onki fingið burtur úr fólkavøkstrinum hesi árini, men tó tykist at venda til ein stóran vøkstur í Sandoyarøkinum, og eisini er nú ein lítil vøkstur í Suðuroy.

"

Eysturoy og Tórshavnarøkið taka 77% av øllum fólkavøkstrinum

Tað búgva 39% av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnarøkinum, men vøksturin her var 403 fólk, svarandi til 49% av øllum fólkavøkstrinum í landinum. Í Eysturoy búgva sløk 23% av fólkinum í Føroyum, men vøksturin har á 237 fólk svarar til 29% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum, men teirra partur av fólkavøkstrinum var gott 6%.

"

Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi

Avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting). Á myndini niðanfyri sæst, at í øllum økjunum í landinum uttan í Vágum er tað nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum. Men her sæst eisini týðiliga, at í Sandoyar og serliga í Suðuroy sýslu er tað eitt negativt burðaravlop, ið minkar um fólkavøksturin.

"

Kommunurnar: vøkstur í bæði teim stóru og teim smáu

Verður hugt at einstøku kommununum er nógv størsti vøkstur í tali í teim størstu kommununum:

  • Tórshavnar kommuna vaks við 425 fólkum, svarandi til 1,9%,
  • Runavíkar kommuna vaks við 82 fólkum, svarandi til 2,0%,
  • Eystur kommuna vaks við 64 fólkum, svarandi til 3,0%,
  • Klaksvíkar kommuna vaks við 60 fólkum, svarandi til 1,1%.

Av miðalstóru kommununum er stórur vøkstur í Nes (3,4%), Sjóvar (2,2%) og Vágs kommunu (1,7%). Ein minni vøkstur er í Sunda, Vestmanna og Fuglafjarðar kommunum, meðan tað minkar í Sørvágs kommunu.

Av smærri kommunum er stórur vøkstur í Kvívíkar (5,6%), Eiðis (3,6%), Skopunar (2,7%) og Sands kommunum (1,9%) . Meðan tað minkar í Hvannasunds, Hvalbiar, Porkeris og Sumbiar kommunum.   

Av minstu kommununum er vøkstur í Fámjins, Skúvoyar og Fugloyar kommunum, men tað minkar í Skálavíkar, Húsavíkar og Hovs kommunum.

"

"

Oyggjarnar: eisini vøkstur í nøkrum útoyggjum

Eisini útoyggjar fáa ein part av fólkavøkstrinum uttan Hestoy, ið er minkað niður í 18 fólk, Svínoy minkar við einum, og í Koltri býr ongin longur. Hinvegin eru 13 komin aftrat í Nólsoy, 3 í Skúvoy, 2 í Fugloy og 1 í Mykinesi. Óbroytt er í Stóru Dímun við 10 fólkum.

"

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.