Innflutningur av vørum
19. aug 2021
Innflutt fyri 4,2 milliardir krónur fyrra hálvár
Innflutningurin fyrra hálvár er nú gjørdur upp og innflutt varð fyri 4,2 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 7,6% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin næstan 11%.
Innflutningurin av vørum til byggivirksemi er minkaður, men í flestu av hinum vørubólkunum er vøkstur.
Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 150 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 44%.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu. 12% meira er innflutt av hesum vørum.
Vit hava eisini brúkt meira uppá innflutning av brennievni. Prísirnir hava verið lágir í eina tíð, og eru nú hækkaðir aftur. Tað sæst aftur í innflutningstølunum fyri brennievni. Nøgdin er minkað umleið 11%, meðan virðið er vaksið 17%.
[px-graph-1]