Starvsfólk
12. jan 2021
27.700 løntakarar í desember – 1,2% fleiri enn sama mánað árið fyri
Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at hóast tað enn leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, so veksur løntakaratalið munandi spakuligari enn tað hevur gjørt. Serliga hetta seinasta árið hevur ferðin ikki verið tann sama.
[px-graph-1]
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini.
Í desember vóru um 14.350 menn í løntakaraskaranum og tað eru 130 fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar vóru um 13.350 í tali, ella knappliga 200 fleiri enn í fjør.
[px-graph-2]
Myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum.
Samanborið við desembermánað í 2019 vaks løntakaratalið 2,6% í "almennari o.a. tænastu" og 2,1% i "fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu", meðan løntakaratalið minkaði 0,5% í "byggivinnu o.a. tilvirking". Í "privatum tænastuvinnum" er eingin vøkstur.
Seinasta árið hevur lítil og eingin vøkstur verið í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Tað eru góð tvey ár síðani, at ferðin í vøkstrinum fór at minka í privatu tænastuvinnunum.
[px-graph-3]
[px-graph-4]
Stutt um løntakarar
Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.
Stutt um vinnugreinabólkarnar
Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.
Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.
Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.
Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.