Fólkatal
26. apr 2019
Fólkatalið var 51.540 tann 1. mars

Fólkatalið er vaksið við 846 fólkum ella 1,7% seinasta árið

Fólkatalið 1. mars var 51.540 persónar. Hetta er 846 fleiri í mun til 1. mars í 2018. Vaksandi gongdin í fólkatalinum hevur verið støðug síðani 2013.

Orsøkin til vaksandi fólkatalið er eitt javnt positivt burðaravlop og vaksandi positiv nettoflyting. Burðaravlopi er munurin ímillum fødd og deyð og nettoflytingin er munurin ímillum til- og fráflyting.

[px-graph-1]

Fólkatal, bústaðarøki
Í mun til sama tíðarskeið í fjør, búgva nú lutfaldssliga fleiri íbúgvar í Vága-, Norðurstreymoyar og Eysturoyarøki.

[px-graph-2]

Fólkatal, kommunur
Nógv tann stórsta kommunun er Tórshavnar kommuna. Her búgva áleið 21.600 persónar, sum er 42% av samlaða fólkatalinum. Næstu Tórshavnar kommunu eru Klaksvíkar og Runavíkar kommuna, har tað búgva ávíkavist 10% og 8%.

Størsti vøksturin í fólkatalinum seinasta ári, hevur verið í Sjóvar kommunum við 4,3% í mun til 1. mars 2018. Í 4 øðrum kommunum var fólkavøksturin omanfyri 3%. Hesar vóru Fámjins, Eiðis, Porkeris og Hov kommunu.

Størsta minkingin seinasta ári var í Skúgvoyar kommunu, har fólkatalið fall við áleið 7%.

[px-graph-3]

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt 1. í hvørjum mánaði