Fólkatal
11. apr 2022
53.800 fólk búðu í Føroyum 1. mars - vøksturin er 1,4%

1. mars búðu knappliga 53.800 fólk í Føroyum. Tað er 730 fleiri í mun til somu tíð í fjør. Tað svarar til ein vøkstur á 1,4%. Hetta er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá fólkatalið vaks við 1,5%.

Fólkatalið fór at vaksa aftur fyri á leið átta árum síðani. Vøksturin setti met í 2019, tá yvir 900 fólk løgdust aftur at í einum 12-mánaðarskeiði. Síðani tá er vøksturin viknaður nakað, soleiðis at millum 700 og 800 fólk nú leggjast aftur at fyri hvørt 12-mánaðarskeið. Sostatt heldur fólkavøksturin fram, og 1. mars búðu 53.792 fólk í Føroyum. Trendurin í myndini niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985.

[px-graph-1]

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 216 fólk og eini nettoflyting á 514 fólk. Í mun til undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin størri, serliga av at tilflytingin vaks meiri enn fráflytingin. Burðaravlopið er væl minni enn í undanfarna tíðarskeiði. Minkingin kemur bæði av, at færri børn vórðu fødd seinasta árið, og at talið av deyðum seinastu mánaðirnar hevur verið hægri enn vanligt. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.

j

Trendurin í myndini niðanfyri vísir gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Bæði tilflytingin og fráflytingin minkaðu nógv í 2020. Síðani tá er tilflytingin nærum komin aftur á sama stig, so at knappliga 150 flyta til Føroya mánaðarliga. Fráflytingin er eisini komin á sama stig sum áðrenn - og eitt sindur meira enn tað. Trendurin vísir, at fráflytingin, sum taldi 108 fólk áðrenn 2020, nú telur á leið 113 fólk mánaðarliga.

[px-graph-2]

Trendurin í myndini niðanfyri vísir gongdina í tali av føddum og deyðum. Trendurin vísir ein lítlan vøkstur í deyðatalinum seinastu tíðina. Tal av deyðum, sum í 2020 var minni enn vanligt, er nú vaksið til á leið 35 fólk mánaðarliga. Eftir ein vøkstur í føðitalinum í 2020 er tað nú aftur á umleið 55 børn mánaðarliga.

[px-graph-3]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum