Lønargjaldingar
15. mar 2021
875 milliónir í lønum í februar - vøksturin nærum steðgaður upp

Í februar vórðu 875 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 17 milliónir færri í mun til sama mánað í fjør.

Útgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum eru lýstar á myndini niðanfyri. Trendurin vísir, at vøksturin í lønargjaldingunum er nærum steðgaður.

[px-graph-1]

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin.

Í februar áttu menninir 548 milliónir av lønargjaldingunum. Tað er 35 milliónir færri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 327 milliónir, sum eru 18 milliónir meira enn sama mánað í fjør.

[px-graph-2]

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa lønargjaldingarnar, og sterku strikurnar vísa trendin. 

Meðan vøkstur framvegis hómast í 'almennari o.a. tænastu' og 'privatu tænastuvinnunum', er vøksturin steðgaður upp í 'byggivinnu o.a. tilvirking' og 'fiskivinnu o.a. tilvirking'.

[px-graph-3]

[px-graph-4]

Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinasta árið taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið árið fyri. 

[px-graph-5]

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News