Fólkatal
11. jul 2022
Nú eru vit 54 túsund

Fólkatalið heldur fram við at vaksa, og 1. juni búðu fyri fyrstu ferð 54.000 fólk í Føroyum. Síðani 1. juni í fjør er fólkatalið vaksið við 1,3%. Lutfalsligi vøksturin er lægri enn í undanfarnu tíðarskeiðum, og tað kemur serliga av eini minking í burðaravlopinum.

1. juni rundaði fólkatalið 54.000. Tá fólkavøksturin byrjaði í 2013 lá fólkatalið um 48.000, og fyri fimm árum síðani búðu 50.000 fólk í Føroyum.

Stóri fólkavøksturin seinastu árini er tó viknaður nakað seinastu mánaðirnar. Høvuðsorsøkin er, at færri børn eru fødd og fleiri fólk eru deyð.

[px-graph-3]

Fólkatalið ávirkast av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 162 fólk og eini nettoflyting á 521 fólk.

Í talvuni niðan fyri sæst millum annað, at burðaravlopið er minkað niður í helvt samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hetta kemur av, at deyðatalið er vaksið eins nógv og føðitalið er minkað.

Lága burðaravlopið verður tó javnað nakað av nettoflytingini, sum seinasta árið var størri enn í undanfarna tíðarskeiði. Vøksturin í nettoflytingini kemur av, at tilflytingin er vaksin meira enn fráflytingin er vaksin. 

juni

Nettoflytingin økist spakuliga

Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í tilflytingini og fráflytingini.

Trendurin gevur ábending um, at munurin millum til- og fráflyting økist. Nú flyta á leið 50 fleiri til Føroya enn úr Føroyum í miðal um mánaðin. Fyri einum ári síðani var munurin umleið 40 fólk.

[px-graph-3]

Burðaravlopið nógv minkað

Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í tali av føddum og deyðum.

Trendurin vísir, at munurin millum fødd og deyð er minkaður nógv seinastu mánaðirnar. Tað kemur av, at fleiri eru deyð enn vanligt hevur verið. Nú verða umleið 10 fleiri fødd enn tað doyggja í miðal um mánaðin. Fram til fyri einum hálvum ári síðani hevur munurin ligið millum 20 og 25 fólk.

[px-graph-4]

Størstu kommunurnar vaksa mest í tali

Av kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar, Klaksvíkar og Eysturkommunum og minkaði mest í Sands, Hvalbiar og Sørvágs kommunum.

Lutfalsligi størsti vøkstur var í Nes, Eiðis og Eysturkommunum, meðan lutfalsliga størsta afturgongd var í Sands, Húsavíkar og Fámjins kommunum.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í hvørjari kommunu við tilhoyrandi bygdum 1. juni 2021 og 2022.

[px-graph-4]


 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum