Lønargjaldingar
15. feb 2022
Slakar 820 milliónir í lønum í januar

Í januar vórðu knappliga 820 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru nærum 50 milliónir meira enn sama mánað í fjør ella ein vøkstur upp á 6,2%.

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar. Trendurin vísir, at lønargjaldingar fóru at vaksa aftur á heysti í 2020 og vøksturin í lønargjaldingunum hevur verið rættiliga javnur síðani. 

[px-graph-1]

Menninir 485 milliónir og kvinnurnar 332 milliónir

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin.

Í januar áttu menninir um 485 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 59% av útgoldnu lønunum. Tað eru 32 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 332 milliónir, sum eru 15 milliónir meira enn sama mánað í fjør.

[px-graph-2]

Vinnugreinabólkar

Trendurin vísir, at lønargjaldingarnar í 'almennari o.a. tænastu' nú ikki vaksa við somu ferð sum áður. Í 'privatu tænastuvinnunum' er vøksturin hinvegin tiltakandi. Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' eru lønargjaldingar minkaðar síðani 2020, men nú vísir trendurin, at lønargjaldingarnar ikki minka longur.

[px-graph-3]

[px-graph-4]

Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinastu 12 mánaðirnar taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið árið fyri.

[px-graph-5]

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News