Løn (A-skattað)
18. mar 2025
12,8 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 4,6 prosent

Um lønarhagtølini
Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat.
Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald.
Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands.
Broyting í hagtølunum í 2024
Í fyrru helvt av 2024 varð arbeitt við nýggjari og meira útgreinaðari útgávu av lønarhagtølum, sum tá vórðu endurskoðað, dagførd og broytt. Tað hevði við sær, at samlaðu lønirnar vuksu eitt vet - serliga seinnu árini. Størsta orsøkin handan vøksturin er at hagtølini nú eisini fevna um teir arbeiðsgevarar, ið eru skrásettir í føroysku altjóða skipaskrásetingini (FAS-skipanini) og mettir at vera partur av føroyska búskapinum. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endað”.