Gistingar
01. Mai 2025
Færri kamarsnætur, fleiri innskrivingar

Í fyrsta ársfjórðingi í ár vóru fólkanæturnar 30.796 tilsamans á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru 989 fólkanætur færri enn sama tíðarskeið í fjør, ið er ein minking á 3 prosent.
Hóast at fólkanæturnar eru fækkaðar, tá samanborið verður við fyrsta ársfjórðing í fjør, er talið á innskrivingum vaksið fyri hetta sama tíðarskeiðið.
[px-graph-1]
[px-graph-2]
Innskrivingarnar fleiri í tali
Innskrivingarnar vóru samanlagt 17.472 í tali fyri fyrsta ársfjórðing í ár. Hetta eru 660 fleiri enn sama tíðarskeið í 2024, ein øking á 4 prosent.
Í miðal hava fólk gist 1,8 nætur fyri hvørja innskriving fyrsta ársfjórðing í 2025. Fyri sama tíðarskeið í 2024 var talið 1,9 í miðal.
Talið á gistandi við bústaði í Føroyum er kvinkað uppeftir síðani 2022, tá hugt verður eftir fyrsta ársfjórðingi. Í ár vóru 12.262 innskrivingar við bústaði í Føroyum, ið er 1.127 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Innskrivingarnar fyri gistandi við bústaði í Danmark vóru 203 fleiri í ár, enn fyrsta ársfjórðing í fjør. Tá hugt verður eftir gistandi við bústaðarlandi uttan fyri Føroyar og Danmark, eru innskrivingarnar minkaðar úr 3.133 í fjør til 2.463 fyri fyrsta ársfjórðing í ár.
[px-graph-3]
Fólkanæturnar vaksnar uttan fyri Tórshavnarøkið
Hóast at fólkanæturnar tilsamans eru færri fyrsta ársfjórðing í 2025, tá samanborið verður við sama tíðarskeið í fjør, so er talið á fólkanáttum uttan fyri Tórshavnarøkið vaksið við 778. Hetta er ein øking á 52 prosent.
Fólkanæturnar í Tórshavnarøkinum er fækkaðar við 1.767 fólkanáttum, ein minking á 6 prosent.
[px-graph-4]
[px-graph-2]
Fleiri føroyingar, færri fólk úr øðrum londum
Tá ið hugt verður eftir fólkanáttum skiftar á bústaðarland, sæst at væl fleiri føroyingar hava gist á gistingarhúsunum fyrsta ársfjórðing í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Talið er vaksið úr 15.371 upp í 16.923 fólkanætur, ið er ein hækking á 10 prosent. Triðja ársfjórðing í 2024 sást ein tilsvarandi lækking á 10 prosent (sí grein her), tá hugt var eftir fólkanáttum, har tey gistandi høvdu bústað í Føroyum.
Danir hava tilsamans lagt 298 færri fólkanætur eftir sær fyrsta ársfjórðing í ár, ið eru 4 prosent minni enn í sama ársfjórðingi í fjør. Tá hugt verður eftir økinum uttan fyri Tórshavnarøkið, er talið á gistandi við bústaði í Danmark tó nærum tvífaldað. Fyrsta ársfjórðing í 2024 stóðu danir fyri 319 fólkanáttum uttan fyri Tórshavnarøkið, ímeðan talið í ár gjørdist 610 fólkanætur.
Fólkanæturnar, har ið fólk eru komin úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark, eru minkaðar við 2.243 fólkanáttum. Tað er ein minking áljóðandi 24 prosent, frá fyrsta ársfjórðingi í 2024 til fyrsta ársfjórðing í ár.
[px-graph-6]
Nýtslustigið óbroytt
Í ár vóru 20.326 út av 66.618 tøkum kamarsnáttum brúktar í fyrsta ársfjórðingi. Tað eru 430 kamarsnætur færri enn sama tíðarskeið í fjør, ein minking á 2 prosent. Nýtslustigið á kømrum var 31%, og er sostatt tað sama sum í fyrsta ársfjórðingi í fjør.
[px-graph-5]
Orðalýsingar
Fólkanætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi fólk gista. Um 3 fólk gista 2 nætur, eru hetta 6 fólkanætur.
Innskrivingar telja, hvussu nógv fólk verða innskrivaði. Um 3 fólk skriva seg inn, eru hetta 3 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista.
Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 2 kømur verða brúkt í 2 nætur, er talan um 4 kamarsnætur. Talið á fólki, ið gista, er ikki viðkomandi í hesum sambandi.
Nýtslustigið vísir í prosentum, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur.
Tórshavnarøkið fevnir um Tórshavn, Argir og Hoyvík.
Uppgerðin fevnir ikki um gistingarhúsini í Suðuroy.