Gistingar
28. okt 2024
Væl fleiri fólkanætur enn sama ársfjórðing í fjør
Fólkanætur telja hvussu nógv fólk gista og hvussu leingi. Um 1 fólk gistir 3 nætur, ella um 3 fólk gista 1 nátt, er talan í báðum førum um 3 fólkanætur tilsamans.
Í triðja ársfjórðingi í ár vóru fólkanæturnar 93.742 tilsamans á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru 11.288 fólkanætur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, ið er ein øking á 13,7 prosent.
August er mánaðurin við flest fólkanáttum higartil í ár. Talan er um 34.594 fólkanætur, ið er ein øking á 17 prosent, tá ið samanborið verður við august mánað í fjør. Hetta er samstundis met fyri ein august mánað.
[px-graph-1]
[px-graph-2]
Innskrivingarnar fleiri í tali
Innskrivingar vísa talið av fólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.
Innskrivingarnar vóru samanlagt 33.076 í tali triðja ársfjórðing í ár. Hetta eru 3.363 fleiri enn sama tíðarskeið í 2023, og ein øking á gott 11 prosent.
Í miðal hava fólk gist 2,8 nætur fyri hvørja innskriving triðja ársfjórðing í bæði 2023 og 2024.
Størsta broytingin í innskrivingum sæst hjá gistandi við bústaðarlandi uttan fyri Føroyar og Danmark, har innskrivingarnar vóru knappar 3.170 fleiri í triðja ársfjórðingi í ár, tá samanborið verður við í fjør. Fyri gistandi úr Danmark vóru innskrivingarnar gott 1.470 fleiri, ímeðan føroysku innskrivingarnar vóru slakar 1.280 færri í tali fyri sama tíðarskeið.
[px-graph-3]
33% øking uttan fyri Tórshavnarøkið
Økingin í fólkanáttum í triðja ársfjórðingi í ár sæst um alt landið, men er tað uttan fyri Tórshavnarøkið at økingin í prosentum er størst. Har er talið á fólkanáttum vaksið við einum triðingi, ið svarar til 2.765 fólkanætur, tá ið samanborið verður við somu mánaðir í fjør.
[px-graph-4]
[px-graph-2]
Færri føroyingar, fleiri fólk úr øðrum londum
Tá ið hugt verður eftir fólkanáttum skiftar á bústaðarland, sæst at væl færri føroyingar hava gist á gistingarhúsunum triðja ársfjórðing í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Talið er minkað úr 12.659 niður í 11.406 fólkanætur, ið er ein lækking á smá 10 prosent.
Danir hava lagt 625 fleiri fólkanætur eftir sær triðja ársfjórðing í ár, ið eru góð 2 prosent meira enn í sama ársfjórðingi í fjør.
Fólkanæturnar, har ið fólk eru komin úr øðrum londum enn Danmark, eru vaksnar við 11.916 náttum hetta sama tíðarskeiðið. Fyri hendan bólkin eru fólkanæturnar sostatt gott 27 prosent hægri triðja ársfjórðing í 2024 enn í 2023.
[px-graph-6]
Nærum tríggir fjórðingar av kømrunum í brúk
Kamarsnætur telja hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 2 kømur verða brúkt í 2 nætur, er talan um 4 kamarsnætur.
Nýtslustigið vísir í prosentum hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur.
Í ár vóru 53.628 út av 72.189 tøkum kamarsnáttum brúktar triðja ársfjórðingin, ið svarar til eitt nýtslustig á 74 prosent. Sama tíðarskeið í fjør var nýtslustigið 71 prosent, og vóru tøku kamarsnæturnar tá 1.590 færri í tali. Hotel Vágar, ið lat upp aftur í apríl í ár, er sostatt við í tølunum fyri triðja ársfjórðing í ár, men var tað ikki í fjør.
Í miðal vóru 785 kømur tøk um mánaðin, sum svarar til 2.354 kømur samanlagt fyri triðja ársfjórðing í ár.
[px-graph-5]
Orðalýsingar
Fólkanætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi fólk gista. Um 3 fólk gista 2 nætur, eru hetta 6 fólkanætur.
Innskrivingar telja, hvussu nógv fólk verða innskrivaði. Um 3 fólk skriva seg inn, eru hetta 3 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista.
Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 2 kømur verða brúkt í 2 nætur, er talan um 4 kamarsnætur. Talið á fólki, ið gista, er ikki viðkomandi í hesum sambandi.
Nýtslustigið vísir í prosentum, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur.
Tórshavnarøkið fevnir um Tórshavn, Argir og Hoyvík.
Uppgerðin fevnir ikki um gistingarhúsini í Suðuroy.