Lønargjaldingar
14. mar 2022
900 milliónir í lønum í februar — varin vøkstur

Í februar vórðu um 900 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru slakar 15 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 2,7%.

Lønargjaldingarnar fóru at vaksa aftur á heysti í 2020. Seinastu hálva árið hevur ferðin í lønargjaldingunum verið avtakandi og vøksturin hevur ikki somu ferð, sum undan koronufarsóttini. Tað bendir trendurin á, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum.

[px-graph-1]

Menninir 560 milliónir og kvinnurnar 340 milliónir

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin í lønargjaldingunum.

Í februar áttu menninir 560 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 62% av útgoldnu lønunum. Tað eru 10 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 341 milliónir, sum eru 14 milliónir meira enn sama mánað í fjør.

[px-graph-2]

Gongdin ymisk í vinnugreinunum

Lønargjaldingarnar í 'almennari o.a. tænastu' vaksa nú við somu ferð sum áður. Í 'privatu tænastuvinnunum' er vøksturin hinvegin tiltakandi.

[px-graph-3]

Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' eru lønargjaldingar minkaðar síðani 2020, men nú vísir trendurin, at lønargjaldingarnar ikki minka longur.

[px-graph-4]

Lønirnar seinastu tólv mánaðirnar 

Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinastu tólv mánaðirnar taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið árið fyri.

[px-graph-5]

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News