Fólkatal
10. okt 2024
Knapt 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. september — vøksturin er 0,6%

1. september búðu 54.679 fólk í Føroyum. Tað eru 303 fleiri enn 1. september í fjør. Vøksturin er 0,6%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 0,9%.

Flestu flytingar millum Føroyar og útlond eru í juni, juli og august. Fleiri flyta til Føroyar um summarið umframt at fleiri flyta av landinum, millum annað í lestrarørindum. Hetta sæst aftur í fólkatalinum soleiðis, at tað fyrst veksur meiri enn vanligt fram móti august og síðani minkar aftur. Soleiðis er eisini í ár, og tað sæst aftur í grafinum niðanfyri.

[px-graph-1]

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum til- og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Fólkavøksturin seinastu tólv mánaðirnar taldi 303 fólk og kom av einum burðaravlopi á 131 og eini nettoflyting á 172 fólk.  

Fólkavøksturin seinastu tólv mánaðirnar var minni enn í undanfarna tíðarskeiði. Munurin á 180 fólk sæst aftur bæði í burðaravlopinum og nettoflytingini. Burðaravlopið var á leið 80 fólk minni enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga, tí færri vóru fødd. Nettoflytingin var um 100 fólk minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tí hóast færri fluttu av landinum enn í undanfarna tíðarskeiði, so vóru tað uppaftur færri, sum fluttu til landið. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri. 

m09

Færri verða fødd

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa mánaðarligu gongdina í føði- og deyðatalinum. Meðan gongdin í deyðatalinum hevur funnið eina legu, sum liggur um 35 í miðal um mánaðin, vísa trendarnir, at støðugt minkandi gongdin í føðitalinum heldur fram. Trendurin fyri føðitalið er seinastu trý árini farin úr 54 børnum niður í 44 børn í miðal um mánaðin. 

[px-graph-2]

Færri flyta

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gongdin í bæði til- og fráflytingini er minkandi. Tilflytingin er tó minkað nakað meiri enn fráflytingin, og tað minkar um nettoflytingina. Seinasta hálvtannað árið er nettoflytingin fyri hvørt tólv mánaða skeið minkað niður í helvt. 

[px-graph-3]

Flytingar í summarmánaðunum

Flestu flytingar millum Føroyar og útlond eru í juni, juli og august mánaði. Í summar vóru færri, sum fluttu til og úr Føroyum samanborið við, hvussu mong eru flutt um summarið seinastu tíggju árini. Á leið 30 fleiri fluttu úr Føroyum enn til Føroya í summar. Soleiðis var eisini í fjør summar. Annars hevur nettoflytingin í summarmánaðunum verið positiv í árunum frá 2014 til 2021. Myndin niðanfyri vísir, hvussu mong eru flutt millum Føroyar og útlond um summarið seinastu árini. 

[px-graph-4]

Størsti vøkstur í størstu kommununum

Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Nes, Klaksvíkar og Vága kommunum. Kommunurnar við størstu afturgongd í fólkatalinum vóru Vágs, Sunda og Eiðis kommunur, har fólkatalið minkaði við yvir 30 fólkum í hvørjari kommunu seinasta árið. Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. september 2023 og 2024. Gongdin í fólkatalinum í einstøku bygdunum sæst her.

[px-graph-6]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum