Deyðaorsakir
08. jun 2021
Færri doyggja av hjarta- og æðrasjúkum – við krabbameini er óbroytt

Síðstu tjúgu árini eru hendar stórar broytingar í deyðleikanum hjá kvinnum og monnum. Nógv færri doyggja nú av hjarta- og æðrasjúkum, meðan tað ikki er nøkur serlig broyting við hinari stóru høvuðsatvoldini, krabbameini.

Eitt er, at livialdurin framhaldandi økist. Í 1999 var væntaði miðal livialdurin hjá nýføddum dreingjabarni 76,0 ár og gentubarni 80,0 ár. Nú er hann 80,6 hjá dreingjabarni og 85,8 ár hjá gentubarni. Í hesum stutta tíðarskeiði er væntaði livialdurin sostatt øktur við næstan 5 árum hjá mannfólki og umleið 6 árum hjá konufólki.

Broytingar eru eisini hendar í teim orsøkum, vit doyggja av. Nógv færri doyggja nú av tí, sum var nógv mest vanliga høvuðsatvoldin, hjarta- og æðrasjúkur, meðan tað ikki er nøkur serlig broyting við hinari stóru høvuðsatvoldini, krabbameini. Hinvegin eru tað fleiri aðrar ymiskar deyðaorsakir, ið nú gera seg meira galdandi.

m1

 

Nú nýggjastu tølini verða kunngjørd fyri 2019, sæst stórur munur millum kynini. Munandi fleiri mannfólk enn konufólk doyggja av krabbameini og av hjarta- og æðrasjúkum. Av øðrum deyðaorsøkum er meira javnt millum kynini.

m2

m3

Hyggja vit at gongdini síðstu tjúgu árini, sæst bæði hjá monnum og kvinnum, at størsta broytingin er stór minking í talinum av teimum, sum doyggja av hjarta- og æðrasjúkum. Fyri 15-20 árum síðani var talið hjá mannfólki um 80-90 árliga og er nú komið niður á stívliga 50 árliga. Hjá konufólki var talið millum 70-85 árliga og er nú komið niður um 40.

Hinvegin tykist ikki talið at minka av teimum, sum doyggja av krabbameini, men heldur kvinka eitt lítið vet uppeftir, serliga hjá mannfólki. Havast skal tó í huga, at í hesum tíðarskeiði er fólkatalið vaksið munandi og harvið eisini talið av eldri og gomlum fólki.

Spjaðingin av deyðaorsøkum er vorðin nógv størri, við at tær deyðaorsakirnar, ið eru savnaðar undir felagsheitinum “annað”, nú koma næstan líka so ofta fyri sum tær báðar høvuðsdeyðaorsakirnar, hjarta- og æðrasjúkur og krabbamein. Hjá konufólki eru deyðaorsakirnar undir felagsheitinum “annað” enntá farnar upp um hinar báðar stóru høvuðsdeyðaorsakirnar. Undir “annað” eru tað ikki nakrar serstakar sjúkur, ið serliga gera meira um seg. Deyðaorsakirnar eru bara meira ymiskar, enn tær hava verið.

Í myndunum niðanfyri sæst gongdin ár fyri ár frá 1999 til 2019.

m4

m5