Brúkaraprístal
22. apr 2022
Brúkaraprísirnir øktir 4,4 prosent seinasta árið

Fyrsta ársfjórðing í 2022 vaks brúkaraprístalið 4,4 prosent í mun til sama ársfjórðing í fjør. Í Føroyum eins og úti í heimi er talan um størstu árligu broytingina í brúkaraprístalinum síðan alheims fíggjarkreppuna í 2009.

Eftir einum ári eru prísir í heili 11 av 12 vøru- og tænastubólkum øktir, meðan prísir á útbúgving standa í stað. Tað er serliga prísvøksturin á 14,3 prosentum á vørubólkinum ‘býli’, ið er orsøk til broytingina í prístalinum. Aftan á hesum koma prísir á vørum og tænastum innan ‘húsbúnað, húsarhaldstólum o.l.’, ‘samskifti’ umframt ‘klædnavørum og fótbúnað’, sum eru øktir við ávikavist 5,4, 4,5 og 3,9 prosentum.

Undan koronufarsóttini lá árliga broytingin í samlaða brúkaraprístalinum í Føroyum - eins og í miðal í Evropa - millum eitt og tvey prosent, men nærkaðist óbroyttari árligari prísgongd meginpartin av 2020, tá koronufarsóttin leikaði harðast á. Uppgerðirnar av brúkaraprístalinum í Føroyum eins og aðrastaðni í Evropa vísa nú aftur ein lutfalsligan stóran vøkstur. Vit skulu leita aftur til tíðina beint undan fíggjarkreppuni fyri at síggja líknandi árligan vøkstur í brúkaraprístalinum.

Árlig prosentbroyting

Býlisútreiðslurnar størst vøkstur

Vørubólkurin býli fyllir mest aftan á mat og drekka, tá brúkaraprístalið verður roknað. Undan fíggjarkreppuni var brúkaraprístalið fyri býli í hæddini, nevniliga 135,2, meðan tað fyrsta ársfjórðing í 2022 er 125,7. Sostatt er tað ikki á sama stigi sum tá, men vøksturin hevur av álvara tikið dik á seg síðan fyrsta ársfjórðing 2021.

Brúkaraprístalið, býli

Tað er prísvøkstur á brennievni til upphiting av býlum, sum er høvuðsorsøkin til samlaðu broytingina í prístalinum hesaferð eins og við seinastu uppgerðunum undan hesari. Men eisini er stórur prísvøkstur á eitt nú tilfari til viðlíkahald av bústøðum. Saman við brennievni til upphiting av býlum telur brennievni til akfør lutfalsliga stóran part av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi.

Eftir at prísir á hesum vørum minkaðu lutfalsliga nógv fyrsta árið við korunu, eru prísirnir øktir áhaldandi seinasta árið. Prísurin á brenniolju til føroysk húsarhald er seinasta árið øktur heili 40,0 prosent. Uppgerðin av somu vøru fyri 27 ES-lond vísir miðal árligan vøkstur á 43,6 prosent. Høvuðsorsøkin til minni vøkstur í samlaða brúkaraprístalinum fyrstu tíðina eftir at korona gjørdi um seg, var lutfalsliga stóra fallið í altjóða oljuprísinum. Samstundis er lutfalsliga stóri prísvøksturin á brenniolju frá seinastu uppgerðunum ein av høvuðsorsøkunum til tann samlaða vøksturin í prístalinum.

Brenniolja til húsarhald

Tað er eisini vorðið dýrari at keypa fleiri vanligar gerandisvørur. Matur og drekka er vørubólkurin, sum fyllir mest. Í miðal eru matvøruprísirnir øktir 2,7 prosent í mun til fyrsta ársfjórðing 2021. Tað eru serliga vørur sum matolja og pasta, ið eru vorðnar dýrari, men eisini nýggj og fryst frukt og nýtt grønmeti eru dýrari. Ársbroytingin á eitt nú pastavørum er 7,9 prosent, meðan matolja er vorðin heili 30,9 prosent dýrari seinasta árið.

Lakari vøkstur enn onnur lond í Evropa

Í mun til onnur lond, ið vit vanliga samanbera okkum við, so er seinasta uppgjørda árliga broytingin í brúkaraprístalinum á 4,4% á sama støði sum í Finnlandi, Svøríki og Íslandi. Í Danmark  er árliga broytingin í brúkaraprístalinum nakað hægri á 5,3%  meðan árliga broytingin í Noreg er nakað lægri á 3,5%.                                                

Brúkaraprístalið, HICP

Størsti prísvøkstur millum tveir ársfjórðingar

Nýggjasta uppgerðin av brúkaraprístalinum vísir eisini, at í miðal eru prísirnir øktir 2,3 prosent í mun til fjórða ársfjórðing 2021. Tað er størsti prísvøkstur, ið er máldur millum tveir ársfjórðingar. Annan og triðja ársfjórðing í 2008, beint undan alheims fíggjarkreppuni, var hesin vøkstur 2,2 prosent.

Miðalprísurin fyri fyrsta ársfjórðing 2022 verður roknaður úr prísum, sum fyritøkur og stovnar hava latið Hagstovu Føroya um miðjan februar 2022, og er sostatt beint undan russisku innrásina í Ukraina.

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan ymisku vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið.

"