Fólkatal
10. sep 2025
Knapt 55.150 fólk búðu í Føroyum 1. august — vøksturin var 0,7%

1. august búðu 55.146 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 377 fólkum, ella 0,7 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var størri enn í undanfarnu tólv mánaðunum.

Fólkavøksturin heldur fram, og tann 1. august búðu 55.146 fólk í Føroyum. Tað eru tey, sum ikki hava bústaðartilknýti, sum standa fyri ískoytinum til fólkavøksturin, sum kemur frá nettoflytingini.

[px-graph-1]

Størri burðaravlop og nettoflyting

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 158 fólk og einari nettoflyting á 219 fólk. Burðaravlopið var størri enn í undanfarna tíðarskeiði, tí hóast nøkur fleiri doyðu, so vóru tað uppaftur fleiri børn, sum vóru fødd. Nettoflytingin var meir enn tvífalt so stór sum í undanfarna tíðarskeiði, bæði tí færri fluttu til Føroya, men serliga, tí færri fluttu úr Føroyum. 

Nevnast skal, at eftirskrásetingar eru í tali av fluttum millum Føroyar og útlond. Tá uppgerðin fyri undanfarna tíðarskeið varð gjørd fyri einum ári síðani var nettoflytingin 167 fólk. Nú eitt ár er liðið og eftirskrásetingarnar eru komnar við, er nettoflytingin 95 fólk. 

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.

v

Flytingar og bústaðartilknýti

Tá fólk við bústaðartilknýti, sum hava fingið børn uttanlands, flyta aftur til Føroya, hava børn teirra ikki bústaðartilknýti. Børnini hava ikki búð helvtina av lívinum ella 7 av 10 samanhangandi árum í Føroyum. Av tí at børn hava verið stórur partur av tilflytingini seinastu árini, hava vit víðkað bústaðartilknýtið. Nú er millum annað møguligt at telja børn uttan bústaðartilknýti saman við teimum, sum hava bústaðartilknýti, um minst annað foreldrið hevur bústaðartilknýti.

Talvan niðanfyri vísir flytingar til og úr Føroyum skiftar á bústaðartilknýti í seks teimum seinastu 12 mánaða skeiðunum. Børn uttan bústaðartilknýti, har minst annað foreldrið hevur bústaðartilknýti, eru tald saman við teimum, sum hava bústaðartilknýti.

Meðan nettoflytingin millum tey við bústaðartilknýtið hevur verið negativ millum 100 og 200 seinastu fýra tíðarskeiðini hevur nettoflytingin hjá teimum uttan bústaðartilknýti verið millum knapt 300 og gott 500. Sostatt er ískoytið frá nettoflytingini til fólkavøksturin komið frá teimum uttan bústaðartilknýti fýra tey seinastu 12 mánaða skeiðini. Sí meira í talvuni. 

Færri flyta 

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Trendurin fyri flytingarnar mánað fyri mánað gevur ábending um, at minkandi gongdin í fráflytingini heldur fram, meðan gongdin í tilflytingini er meira støðug.  

[px-graph-3]

Fleiri fødd og deyð

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Mánaðarligi trendurin gevur ábendingar um, at gongdin í bæði føði- og deyðatalinum er vaksandi. Gongdin í føðitalinum veksur tó eitt sindur meir enn gongdin í deyðatalinum veksur. 

[px-graph-4]

Fólkatalið í kommununum 

Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu, har yvir 40 prosent av fólkinum í Føroyum býr. 

Næststørsti fólkavøkstur var í Sjóvar kommunu, síðani í Runavíkar og Nes kommunu, og fimtstørsti vøkstur var í Sands kommunu, har fólkatalið vaks við 18 persónum, ella 3,4 prosentum.

Fólkatalið minkaði mest í Tvøroyar, Vága og Vágs kommunu.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. august 2024 og 2025. 

[px-graph-4]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Viðm.: Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum