Lønargjaldingar
14. feb 2024
940 milliónir í lønum í januar — vøksturin er 8 prosent

Í januar vórðu góðar 940 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 72 milliónir meira enn í sama mánað í fjør. Hetta er ein vøkstur á 8,3 prosent.

Vøksturin í lønargjaldingum hevur verið rættiliga javnur síðani á heysti 2020. 

[px-graph-1]

Menninir áttu 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent 

Í januar áttu menninir um 561 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 60 prosent av útgoldnu lønunum. Tað eru 49 milliónir ella 8,7 prosent meira enn í sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu um 377 milliónir, sum eru 27 milliónir ella 7,7 prosent meira enn í sama mánað í fjør. 

[px-graph-2]

Vøkstur í øllum høvuðsvinnugreinunum

Lønargjaldingarnar innan 'almennari o.a. tænastu' eru vaksnar støðugt. Samanborið við sama mánað í fjør eru lønargjaldingarnar 9,3 prosent hægri. 

[px-graph-3]

Í 'privatum tænastuvinnum' hevur eisini verið støðugur vøkstur seinastu árini. Vøksturin er 4,4 prosent í mun til sama mánað árið fyri.  

[px-graph-4]

Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' lækkaðu lønargjaldingarnar støðugt í næstan tvey ár eftir koronu. Nú vaksa lønirnar aftur við somu ferð, sum undan farsóttini. Samanborið við sama mánað í fjør eru lønargjaldingarnar vaksnar við 11,9 prosentum. 

[px-graph-5]

Innan 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' eru mánaðarligu sveiggini í lønargjaldingunum størri enn í hinum vinnugreinabólkunum. Vøksturin er 10,6 prosent í mun til sama mánað árið fyri.  

[px-graph-6]

Lutfalsliga størsti vøkstur í byggivinnu o.a. tilvirking

Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinastu tólv mánaðirnar taldar saman og samanbornar við undanfarna tíðarskeið.

Seinasta árið eru lønirnar í krónum vaksnar mest í 'almennari fyristing v.m.' við 199,4 milliónum krónum. Lutfalsliga er vøksturin størst í  'byggivinnu o.a. tilvirking' við 8,6 prosentum. Fiskivøruídnaðurin er einasta vinnugreinin, sum hevur lægri lønarútgjaldingar samanborið við tíðarskeiðið frammanundan.

[px-graph-7]

Løntakarar búsitandi uttanlands áttu slakar 25 milliónir

Niðanfyri síggjast lønargjaldingarnar til løntakarar, sum búgva uttanlands. Í januar var talið á 24,6 milliónum ella 2,6 prosent av lønargjaldingunum. 

Lønargjaldingarnar til fólk búsitandi uttanlands vóru góðar 20 milliónir ella 46 prosent lægri í januar í mun til desember. Av hesum muninum áttu menn nítjan milliónir. Borið saman við januar í fjør er vøksturin 1,2 milliónir krónir ella 5 prosent. 

[px-graph-8]

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur og stovnar, ið eru búskaparliga virkin í Føroyum, gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppí uttan mun til um lønarmóttakarin býr í Føroyum ella uttanlands.  

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News
Viðm.: Lønir til løntakarar búsitandi uttanlands, sum fyritøkur og stovnar, ið eru búskaparliga virkin í Føroyum, gjalda