Brúkaraprístal
19. okt 2022
Størsti árligi prísvøkstur í 40 ár
Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum.
[px-graph-1]
Prísvøkstur í øllum vøru- og tænastubólkum seinasta árið
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Nýggjasta uppgerðin er fyri august mánað 2022. Seinasta árið hevur verið prísvøkstur í øllum bólkum. Árligi prosentvøksturin í brúkaraprístalinum á 8,8 prosent er størsti árligi vøkstur í brúkaraprístalinum í 40 ár. Prísirnir á matvørum eru vaksnir stívliga 10 prosent seinasta árið. Prísir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum, ið fyllir mest í húsarhaldsnýtsluni, eru hækkaðir við tíggju prosentum. Lakastur hevur prísvøksturin verið á bólkunum 'heilsa' og 'rúsdrekka og tubbak'.
[px-graph-2]
Prísvøksturin á matvørum ávirkar prístalið mest
Prísvøkstur á mati er høvuðsorsøkin til samlaðu broytingina í prístalinum hesaferð. Prísirnir á matvørum eru hækkaðir næstan fýra prosent síðani uppgerðina av prístalinum í mai mánaða 2022. Tað er ein vøkstur á stívliga tíggju prosent síðan sama mánað árið fyri.
[px-graph-3]
Verður hugt nærri at, hvørjir matvørubólkarnir eru, ið serliga hava verið fyri prísvøkstri, sæst at prísirnir á smøri, margarini og matarolju eru hækkaðir við 25 prosentum. Mjólk, ostur og egg er vorðið 15 prosent dýrari hjá húsarhaldunum at keypa. Afturat hesum vørum er eisini stórur prísvøkstur at síggja á vørum sum breyði og kornvørum, frukt, grønmeti og kjøti.
[px-graph-4]
Mest sum allir matvørubólkar eru vorðnir dýrari seinasta árið, men prísirnir á sukri og góðgæti hava havt ein lakan vøkstur á 3,7 prosent. Sostatt er tað vorðið lutfalsliga bíligari hjá húsarhaldinum at keypa sær góðgæti enn frukt og grønt seinasta árið.
Býlisútreiðslurnar hækkaðar útvið 20 prosentum seinasta árið
Hóast prísirnir í høvuðsbólkinum 'býli' eru næstan 20 prosent hægri nú enn fyri ári síðani, so er vøksturin síðani seinastu uppgerð í mai einans knappliga eitt prosent. Stóri vøksturin í hesum vørubólki er sostatt komin í uppgerðunum undan hesari.
[px-graph-7]
Í vektargrundarlagnum er vørubólkurin 'býli' næststørstur, og er uppgjørdur til áleið ein fimting av húsarhaldsnýtsluni. Tað er serliga prísurin á húsaleigu og brennievni til at hita býli, ið ávirka býlisútreiðslurnar.
Prísirnir á brennievni á næstan sama stigi sum í mai
Stóri prísvøksturin, sum seinasta árið hevur verið á brennievni til at hita býli og brennievni til akfør, ávirkar framvegis árligu broytingina í brúkaraprístalinum, men miðalprísirnir fyri brennievni í august eru ikki øktir síðani seinastu uppgerðini undan hesari, sum var í mai. Prísvøkstur á brennievni hevur havt størst íkast til samlaðu broytingina í prístalinum í seinastu uppgerðini, eins og við uppgerðini undan henni.
[px-graph-5]
Árligi prísvøksturin í Føroyum á brennievni til akfør er áleið tann sami sum miðalvøksturin í Danmark og Íslandi.
Stórur prísvøkstur er eisini aðrastaðni
Brúkaraprístalið í Føroyum verður gjørt upp fýra ferðir árliga - í februar, mai, august og november - tí ber til at samanbera prísbroytingar við mánaðarligar uppgerðir hjá øðrum londum, vit vanliga samanbera okkum við.
Tá koronufarsóttin rakti fyri tveimum árum síðan var minni vøkstur í brúkaraprísunum, men meginpartin av 2021 vuksu brúkaraprísirnir aftur í flestum londum. Eftir russisku innrásina í Ukraina vísa uppgerðirnar av brúkaraprístalinum í Føroyum eins og aðrastaðni í Evropa nú metstóran vøkstur. Í mun til onnur lond, ið vit vanliga sammeta okkum við, so er árligi vøksturin í brúkaraprístalinum á 8,8 prosent áleið á sama stigi sum í hinum Norðurlondunum.
[px-graph-6]
Í august var árligi prísvøksturin í Danmark 8,9 prosent. Prísvøksturin í Íslandi og í Svøríki var nakað hægri á ávikavist 9,7 og 9,8 prosent. Noreg hevði ein prísvøkstur á 6,5 prosent, sum er nakað lægri enn hjá hinum Norðurlondunum og Evropa annars. HICP-indeksið (Harmonised Indices of Consumer Prices) hjá ES-londunum var 10,1 prosent í august.