Innflutningur av vørum
16. apr 2021
Innflutningurin, uttan skip og brennievni, vaksin
Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum (mar. 20 - feb. 21) var 8,1 mia. kr. Tað er 340 mió. kr. minni enn undanfarna skeið.
Telja vit ikki skip og brennievni við, er innflutningurin vaksin.
Innflutningurin í februar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.
Innflutningurin av skipum er minkaður 400 mió. kr., og vit hava eisini brúkt 300 mió. kr. minni upp á brennievni, serliga vegna lægri prís á brennievni.
Fyri flestu av hinum vørubólkunum er innflutningurin vaksin ella stendur í stað.
[px-graph-1]