Starvsfólk
13. apr 2021
27.400 løntakarar í mars
Trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, vísir at hóast tað enn leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, so veksur talið munandi spakuligari, enn tað hevur gjørt. Vøksturin seinastu mánaðirnar er nærum stegaður upp.
[px-graph-1]
Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan á tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo.
Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. løntakaratalið ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í løntakaratølunum.
Soleiðis flætta tit grafin á tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara.
Fleiri kvinnur leggjast afturat
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin.
Í mars vóru um 14.100 menn í løntakaraskaranum, og tað eru 140 fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar vóru um 13.300 í tali, ella 380 fleiri enn í fjør.
Trendurin vísir, at meðan vøksturin í talinum av mannligum løntakarum er steðgaður upp, leggjast kvinnur framvegis afturat løntakaraskaranum.
[px-graph-2]
Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga.
Í 'almennari o.a. tænastu' og 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' veksur lønartakaratalið. Lítil og eingin vøkstur er hinvegin í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum, og trendurin gevur ábending um minking í hesum vinnugreinabólkinum. Í byggivinnuni er løntakaratalið farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani 2014.
[px-graph-3]
[px-graph-4]
Samanborið við marsmánað í 2020 vaks løntakaratalið 3,0% í 'almennari o.a. tænastu' og 3,6% i 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' og 1,6% í 'privatum tænastuvinnum', meðan løntakaratalið minkaði 1,3% í 'byggivinnu o.a. tilvirking'.
[px-graph-5]
Stutt um løntakarar
Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.
Stutt um vinnugreinabólkarnar
Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.
Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.
Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.
Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.